Eitt keyp fyri lívið

Lasta inn og koyra avstað – við børnunum, til bowling ella saman við vinfólki. Tí um tað er eitt, sum hesin kompakti MPV’arin kann gera, so er tað at tilpassa seg. Sjey setur ella nógv goymslupláss? Burtur til sól og summar ella saman við liðfeløgum til dyst? Touran kann vera ein ella fleiri. Eminentur til túrar har ferðamálið ikki altíð er tað týdningarmesta.

Hæddarpunkt

Eksterni sniðgevingarpakkin “Black Style”

Sniðgeving á ein sportsligan hátt. Svart er vakurt.

Eksterni sniðgevingarpakkin “Black Style” (eykaútgerð) gevur bilinum ein sportsligan dám:

— Svørt síðuspegilshús og hurðahandtøk lakkerað í litinum á bilinum
— Svartar takskinnarar
— Svarta kølaragrill við kromlista á niðaru lamellu
— Kúfangara og síðulista í R-stíli (lamellir framman og prýðilista aftan í svørtum) í sambandi við R-Line, Comfortline og Highline
— Kúfangarar lakkeraðir í litinum á bilinum við svørtum prýðilista í sambandi við Highline
— Svartar síðurútaprýðilistar

Sjey sessir

Um nú øll knappliga vilja við

Er gott pláss tað nýggja luksusið? Í tí førinum er Touran við sjey setrum sum eykaútgerð ein sannur luksusbilur:

— Ytstu baksetrini á 2. røð við fellifunktión gera tað lættari at koma inn
— Seks av teimum sjey setrunum kunnu leggjast saman frameftir, soleiðis at tey mynda eina fasta og javna yvirflatu
— Tvey serstøk setur á 3. røð sum kunnu leggjast niður í viðførisdúrkið
— ISOFIX-haldarar á aðru og triðju setursrøð
— Skráseting av trygdarbelti á øllum setrum

Plásskonsept

Broytingar eru betri enn útbyggingar

Takkað verið fleksibla plásskonseptinum virkar Touran antin sum sjey-seturs bilur, fimm-seturs bilur ella sum van. Einkultu setrini á 2. og 3. røð kunnu lættliga leggjast niður til at mynda eitt flatt viðførisdúrki. Við fimm faldaðum setrum er viðførisrúmdin upp til 834 l. Tá øll plássini eru løgd saman, eru upp til 1.980 l tøkir til tíni hugskot. Og um tín Touran er útgjørdur við sjey setrum, so er lætt atgongd til 3. seturrøð til øll, ikki bara børn, takkað verið faldmøguleikanum á 2. seturrøð.

Innbygd barnasetur

Fyrstafloksferðir til børnini

Touran fæst við einum ella tveimum innbygdum barnasetrum á 2. seturrøð:

— Nakkapútir við síðuhøvdastuðli, sum eru lættar at seta upp
— Íroknað standard innrættaða ISOFIX tilbúgving

Side Assist

Altíð við tína lið

Hjálparin til at skifta koyribreyt Side Assist hjálpir tær at kenna møguligar hættisligar støður, tá tú skiftir koyribreyt: Ein ávaringsvísari í síðuspeglinum vísir tær, at tað er eitt akfar í tínum blindvinkli, ella at eitt akfar nærkast skjótt aftanífrá. Tá tú tendrar blunkljósini, greinar Side Assist sjálvvirkandi støðu og ferð á hinum akførunum – og ávarar teg rættstundis.

Útkoyrishjálparin økir um trygdina, tá tú bakkar: Hann kann ávara teg um akfør, sum fara yvir um tína koyribreyt. Um tú ikki reagerar rættstundis, kann skipanin sjálv blanda seg uppí og við neyðbremsing minka um avleiðingarnar av einum samanstoyti ella enntá fyribyrgja tí heilt.

Neyðbremsuhjálparin Front Assist

Reagera áðrenn tað hendir

Neyðbremsuhjálparin Front Assist við fótgangara- og súkkluavdúking kann ávara teg um ólukkur við gongufólki, súkklufólki og øðrum akførum og um neyðugt fremja sjálvvirkandi neyðbremsing.