T-Roc
Nýtt slag av sjálvræði
Tann nýggi T-Roc hevur eitt sjálvsálit og leggur dent á sína sterku persónligheit við einum herðaðum, útvortis sniði, einum nýggjum støði viðvíkjandi dygd og sniðgávu í kabinuni og teimum uppstigaðu, tøkniligu evnislýsingunum.
Eksteriør & interiør
Ljóssniðgávan
Ein sjálvsikkur útstráling
Tann nýggi T-Roc hugtekur bæði framman og aftan við teirri nýggju sniðgávuni: Longu langt burturfrá leggur ein til merkis tað eyðkenda LED-dagskoyriljósið og tær nýtmótans, myrktónaðu baklykturnar. Sum eykaútgerð hevur kølaraverjan við ljósi eina serstaka útstráling í mun til tann eyðsýnda frontin. Tvey onnur viðurskifti at varpa ljós á: Ambienteljósini framman í kabinuni og ein taluvarping við SUV-signaturi, sum á ein virknan hátt siga frá um økið, har farið verður inn í bilin, tá tú opnar forhurðina. Tær myrkareyðu baklyktirnar hava við sær eitt nýmótans úrslit aftan, og sum eykaútgerð hava tær dynamisk blunkljós, har ein livandi ljósstrípa vísir rætningin.
ergoActive-setur
Tað besta plássið er bílagt til tín
Set teg til rættis og njót koyritúrin í ergoActiv-setrinum, sum er at fáa sum eykaútgerð. Tú kanst lagaliga fáa setrið at passa júst til tín. Tað lættir um í rygginum og tú situr sera makligt og hvílandi. Frá T-Roc Style hevur ergoActive-setrið Artvelour-pólstring og el-lendastuðul við massasju-virkni. Tá verður koyritúrurin til arbeiðis ein sonn vælveruuppliving. Harumframt kann ergoActive-setrið eisini stillast til lærstuðul.
Fleirvirkisratt
Her snýr alt seg bert um teg
Við fleirvirkisrattinum kanst tú ikki bara stýra tí nýggja T-Roc, men eisini radiotólinum, miðlatólinum, telefonini og sýningini á kombiinstrumentinum Digital Cockpit. Í T-Roc Life og Style er tað at fáa sum eykaútgerð við rattvarma, og tann frálíka leðurpólstringin gevur eina úrvalskenslu. Um tú tekur avgerð um at keypa T-Roc R-Line, fært tú sportsfleirvirkisrattið við fingravirkni – og harafturat rattvarma sum eykaútgerð.
Climatronic við fingravirkni
Er virkið mótvegis tær
Luftskiftisskipanin Air Care Climatronic hevur eitt fjálgt klima við sær í øllum tí nýggja T-Roc. Handfaringin og hvussu tað verður víst, er nú talgild og tøk við einum trýsti við fingrinum á ein fingraskíggja, og hetta ger handfaringina ógvuliga hugskygda og hevur eina serstaka, nýmótans útsjónd við sær í cockpittinum. Virkisligu leiðarfoyrurnar geva samstundis eina lætta og lagaliga handfaring, meðan tú koyrir. Tískil fært tú t.d. altíð tann rætta temperaturin bert við eini nerting.
Íbindingarmøguleikar & infotainment
Talgilt cockpit
Tað týdningarmesta í sjónarvíddini: vegurin
Tað standarduppsetta Digital Cockpit hevur allar teir upplýsingar, sum tú hevur brúk fyri í tínum nýggja T-Roc á einum 8” (20,3 cm) stórum litskíggja við frálíkum grafikki. Soleiðis hevur tú, meðan tú koyrir, lagaliga atgongd til funksjónir so sum audio, telefon ella hjálparskipanir á kombiinstrumentinum, sum kann handfarast við fleirvirkisrattinum. Sum eykaútgerð til tín T-Roc kanst tú eisini fáa tær Digital Cockpit Pro.* Ein 10,25” (26,04 cm) stórur skíggi við høgari upploysing gevur tær nógvar møguleikar fyri sjálvur at gera av samansetingar og fyri eyka sýningum, sum t.d. at síggja navigatiónskortið beint aftan fyri rattið.
*Standardútgerð frá T-Roc Style.
Radio og Navigatión
Vegurin framá. Eisini, tá tað snýr seg um ljóðrásina.
Dámar tær at lurta eftir tónleiki, meðan tú koyrir bil? Ella dámar tær betur at verða dagførdur um tað, sum fer fram runt um í heiminum. Slóðbrótandi infotainment er ein partur av tí góða stílinum í T-Roc. Hvat fyri ein part velur tú..?
BeatsAudioTM-ljóðskipan
Vakurt ljóð
Dámar tær at koyra harðari frá? Við 300 W stóru ljóðskipanini frá Beats by Dre (eykaútgerð) fært tú eina bæði sjónliga og týðiliga ljóðuppliving í bilinum. Seks fyrsta floks hátalarar, samstillaðir til fulnar, geva eitt framúrskarandi ljóð, sama hvar tú situr í bilinum, og við einum eyka subwoofer fært tú eyka djúpar basstónar beinleiðis í búkin. Tú stýrir øllum frá infotainment-skipanini,* sum beinanvegin bjóðar tær vælkomnum við eini Beats by Dre-skíggjamynd, tá tú setur teg í bilin.
*Ready2Discover er standardútgerð í T-Roc Life, T-Roc Style og T-Roc R-Line. Discover Media er at fáa sum eykaútgerð til T-Roc Life, T-Roc Style og T-Roc R-Line. Discover Pro er at fáa sum eykaútgerð til T-Roc Style og T-Roc R-Line.
Íbindingarmøguleikar
Meira enn bits og bytes
Íbindingarmøguleikar frá Volkswagen geva tær meira av hentleikum, trygd og undirhaldi. Sambandið við internetið og snildfonina í tínum T-Roc hevur við sær, at tú kemur meira avslappaður fram á mál – men tú skalt framvegis sjálvur koyra bilin.
Tøkni & hjálparskipanir
IQ.LIGHT
Enn ein uppliving: Intelligent ljós
Sama, um tú koyrir um dagin, um náttina ella í vánaligum veðri: IQ.LIGHT – LED-Matrix-forlyktirnar (eykaútgerð frá T-Roc Style) geva betri sýni. Har ið Dynamic Light Assist er ein hjálp við at lýsa eyka á økjum við nógvum svingum á ein framskygdan hátt og ikki at blinda mótvegis ferðslu við tendraðum fjarljósi,* so tryggja teir einstaku LED-partarnir í hightech-ljósskipanini einum betri ljósbýti, við tað at teir tendra og sløkkja alt eftir koyristøðuni. Tað økir ikki bert um tín egna tryggleika, men sanniliga eisini um tryggleikan hjá øllum hinum í ferðsluni.
*Innan tey skipanarligu mørkini.
Front Assist
Panikksekund? Tað upplivir tú ikki í tínum T-Roc
Tann standarduppsetta neyðbremsutænastan Front Assist við gongufólkaskráseting ávarar teg um hættisligar støður orsakað av gongufólki og øðrum akførum og bremsar enntá av sær sjálvum í eini neyðstøðu.*
*Innan tey skipanarligu mørkini.
Tillagandi ferðpilotur ACC
Nógv ferðsla? Eingin orsøk til strongd.
Tillagandi ferðpiloturin ACC stuðlar tær í at halda eini hámarksferð* og frástøðu til akfarið frammanfyri, so sum tú hevur valt at stillað frástøðuna.** Í bíðirøð og í raðkoyring er tín nýggi T-Roc førur fyri at bremsa og seta í gongd sjálvvirkandi (í sambandi við sjálvvirkandi DSG-gearkassa, sum er eykaútgerð). Í samband við eina navigatiónsskipan sum eykaútgerð, verður ACC víðkað við einari framskygdari ferðstýring og einari vegbugatænastu. Tað merkir, at tú verður stuðlaður í ikki at fara upp um hámarksferð, við tað at almenna hámarksferðin verður skrásett av skipanini.** Harumframt kann skipanin laga ferðina á bilinum eftir vegbugum, krossvegum (frákoyringum) og rundkoyringum vegna dátutilfarið um koyrileiðina frá navigatiónsskipanini.**
*Til í mesta lagi 210 km/t.
**Innan tey skipanarligu mørkini. Bilførarin skal altíð vera til reiðar at ógilda tænastuskipanina og sleppir ikki undan síni ábyrgd at koyra á álítandi hátt.
Lane Assist
Tín T-Roc verður verandi á koyribreytini
Einsháttað og langlig koyring kann elva til vandamiklar støður. Her kemur Lane Assist til sín rætt: Skipanin kann frá eini ferð á 60 km/t máta, um bilurin fer av koyribreytini ótilætlað. Við einum rættleiðandi stýriinntrivi ger skipanin føraran varugan við aktuella vandan – og ferðslustøðuna.*
*Innan tey skipanarligu mørkini. Bilførarin skal altíð vera til reiðar at ógilda tænastuskipanina og sleppir ikki undan síni ábyrgd at koyra á álítandi hátt.
Park Assist
Lagalig parkering
Tann nýggi T-Roc við Park Assist-parkeringsskipan kann ikki bara siga frá, um ein parkeringsbásur er nóg stórur, meðan tú rullar framvið – skipanin parkerar fyri teg.* Tú skalt bara passa koplingina, spitaran og bremsuna. Alt hitt tekur skipanin sær av.
Sensorar skanna nýtiligar perkeringsbásar (við eini ferð upp móti 40 km/t)
Í samband við parkering í einum parallellum parkeringsbási er tað í minsta lagi brúk fyri einum rásarúmi, sum er longdin á bilinum + 80 cm fráleiki til mannerering, og tá bilurin skal út aftur av perkeringsbásinum, er tað brúk fyri eini frástøðu á í minsta lagi 25 cm bæði framman fyri og aftan fyri bilin.
Í parkeringsbásum, sum eru á tvørs, skal tað vera ein frástøða á í minsta lagi 35 cm á báðum síðum.
*Innan tey skipanarligu mørkini. Skipanin kann altíð verða ógildað.
Easy Open & Close
Tann lítli hjálparin lættir um, tá viðføri skal í ella úr bilinum
Stendur tú upp undir hendur við viðføri? Tá kanst tú heilt einfalt opna og lata aftur viðførisrúmið á nýggja T-Roc við fótinum. Um bilurin er útgjørdur við eykaútgerðarpakkanum “Easy Open & Close,” verður billykilin í lummanum hjá tær skrásettur av “Keyless Access”-skipanini. El-baklúkan verður opnað ella latin aftur við eini lítlari rørslu við fótinum undir bilinum aftan. Sum tú sært, so verða nógv viðurskifti lættari í gerandisdegnum við framskygdari tøkni.