Tann nýggi Audi A5 Sportback

Tann nýggi Audi A5 Sportback kombinerar sniðið av einum coupé við funktionalitetin í einum Avant. Tær máttugu flótandi linjurnar í herðalinjuni við tí eyðkenda alduforminum gevur bilinum ein estetiskan dám. Undir tí vakra karrossarínum imponerar 5-hurða-modellið við einum nýmentum botni, sterkum framdrátti og innovativum infotainment og uppkoblingsloysnum.

Audi A5 Sportback Prestige

Tað eleganta, dynamiska sniðið hjá Audi A5 Sportback signalerar viðburð og heitið prestisja er sum skapt til Audi A5 Sportback. Allastaðni í kabinuni hevur tú dygdartilfar og ta bestu útgerðina í ektaðum Audi-stíli. Við tí nýggjastu trygdartøknini og kviku motorunum fært tú kilometurvís av koyrigleði hvønn dag. Við kampanjumodellinum er Businesspakkin við, so tú fært uppaftur meira A5 fyri uppaftur minni.

Tann nýggi Audi A5 Sportback…

… til samanberingar

Sjey ár eftir at A5 Sportback kom fram, kemur tað nýggja modellið. Tað hevur sportsligar proportiónir við eini longd upp á 4.733 mm, eini akslafrástøðu upp á 2.824 mm, eini breidd upp á 1.843 mm og eini hædd upp á 1.386 mm. Vektin er minkað upp í 85 kg til 1.470 kg uttan førara. Bagasjurúmkapasiteturin er millum teir bestu í klassanum við 1.300 l, tá ið baksetrini eru løgd niður frameftir.

Hádygd – útstýringarmøguleikarnir

Tú eigur eitt serligt tign í tínum Audi. Eksklusiv komfort er bæði á setrunum framman og aftan – og hon kemst av eksklusivum tilfari og fyrstafloks handverki. Sama um tú velur sportssetur við klæði- ella leðuráklæði og fastari lendastuðli, ella um tú heldur vilt hava S-sportssetrini við diamantformaðari seyming, so følir tú teg við vissu heima.

Panoramaglastak

Panoramaglastakið (eykaútgerð) kann latast heilt upp og sostatt geva nógv ljós í kabinuni.

B&O Sound System

Bang & Olufsen Sound System (eykaútgerð) við 3D-ljóði er eitt hugtakandi sermerki: eitt ljóð, ið fevnir um toppin á tí rúmligu dimensiónini.

Ambienteljós

Sum eykaútgerð kann ambienteljósið upplýsa kabinuna í 30 ymiskum stillandi litbrigdum – við hóskandi uppseting.