Q2
Audi Q2 er ein bilur við karakteri og ómetaligari koyrifrøi
Antin tað er ævintýr uttan fyri alfaraveg ella gerandisdagur í býnum – Audi Q2 er ein ektaður fjøltænari. Hann kombinerar progressivt snið, ótrúliga koyrifrøi og nógvan funktionalitet. Og so er hann ungdómligur í sínum sniði og fullur av framkomnari útgerð. Uppkobling, infotainment og assistentskipanir í tí kompakta SUVinum hava støði í luksusflokkinum.
Ramlig útsjónd
Audi Q2 vísir vøddar longu við fyrsta eygnabrá: herðabreiður og við skørpum bragdi er hann fullur av treysti og sjálvsáliti. Tað lága takið og tann høga rútalinjan minnir um ein coupé og gevur lívstílsatletinum ein stórfingnan dám. Serliga eyðsýnt: tær keyluformaðu forlyktirnar, tann høgt setta singleframe-kølaraverjan og tey frálíku luftinntakini. Tann langi takspoilarin og ein diffusor við botnverju tekur ta sportsligu hekkuna fram.
Progressivt ljós
Audi Q2 er útgjørdur við halogenforlyktum sum standard. LED-forlyktirnar (eykaútgerð), ið fevna um dynamisk blinkljós aftan, tryggja neyvt ljós á vegin eins og dagsljós. Samstundis geva tær eyka trygd og framleiða minni orkunýtslu. Tær halda eisini leingi.
Trygdin í fremsta rað
Audi Q2 er útgjørdur við umfatandi føraraassistentskipanum – undir hesum Audi pre sense front sum standard. Henda skipanin fevnir um funktiónir, ið staðfesta hættisligar støður, her aðrir bilar ella fólk til gongu fara inn fyri bilin, og elva – um neyðugt – til harða bremsing niður til steðg við lítlari ferð. Eisini tøkt: adaptivur ferðpilotur við Stop&Go-funktión, raðassistentur, koyribreytarskiftiassistenturin Audi side assist, koyribreytarassistenturin Audi active lane assist, vegaskeltisafturkenning umframt parkeringsassistentur og assistentur til tvørvegisferðslu aftanfyri.