Audi Q3
Eitt allround talent

Annað ættarlið av Audi Q3 er komið. Latin í tað markanta sniðmálið hjá Audi, er SUV’urin meiri modernaður, sjálvvissur og fleksibul enn nakrantíð fyrr. Og sama um tú skalt í business ella gaman, ert tú væl á veg í Audi Q3. Tí við teimum intelligentu assistentskipanunum og víðfevndu infotainmentskipanini hjá Audi bíðar mangt hugaligt eftir tær ímeðan. Fyll tær gerandisdagin við Audi Q3 og fylg við lívinum.

Eitt rúmligt og variabult plásskonsept

Við síni stødd positionerar tann nýggi Audi Q3 seg ovarliga í segmentinum fyri kompaktar SUV’ar: Sum eyðkent fyri hetta segmentið er sera lætt hjá tær at koma inn, og tú hevur gott yvirlit, men samstundis situr tú eisini væl og rætt. Tí er rattið sett samsvarandi bratt. Setrini eru at fáa sum eykaútgerð við elektriskari stilling. Tann langa akslafrástøðan á bilinum gevur gott pláss til knø, høvd og albogar. Ein annar veruligur fyrimunur við bilinum er tað sera variabla rúmuppbýtið, sum er standard: Baksetrið kann flytast eftir longdini, og hallið á tí tríbýtta ryggleninum kann stillast í sjey trin. Treytað av hvussu baksetrið og rygglenini eru stillað tekur bagasjurúmið upp í 675 l. Við ryggleninum frameftir er tað upp í 1.525 l. Í sambandi við advanced key, ið fæst sum eykaútgerð, kann bakklaffurin latast upp við eini fótrørslu.

Intelligent uppkoblaður og heildigitalur

Familju-SUV’urin hevur eitt heilt digitalt handfaringar- og vísikonsept: Hann er sum standard útgjørdur við MMI-radio og einum digitalum kombiinstrumenti upp á 10,25”, ið kann stillast um multifunktiónsrattið. Í sambandi við MMI Navigation plus, ið er toppútgerðin til bilin, fylgir eisini ein 10,1” touchscreen við, og tann natúrliga ræddarstýringin ger alt lætt at brúka. Vísingarnar verða vístar í tí 10,25” stóra Audi virtual cockpittinum, ið fæst sum eykaútgerð, og tað gevur føraranum øll data sum t.d. MMI-funktiónir, ferð og snúningstøl beinleiðis í sjónarvíddina. Vísingin kann konfigurerast sum tær tørvar. Bang & Olufsen Premium Sound System (eykaútgerð) gevur tær eina heilt serliga ljóðuppliving.

Koyridynamikkurin í bilinum skapar kvikleika bæði on- og offroad

Mannereringardugnaligur í býnum, kvikur á landsvegnum, makligur á motorvegnum –  botnurin á tí nýggja Audi Q3 hevur eginleikar, ið fevna víða. Soleiðis parerar tann nýggi SUV’urin – eisini takkað veri tí longru akslafrástøðuni – ójavnar, sum teir koma. Sum tilval kann karakteristikkurin hjá tí nýggja Audi Q3 broytast um koyridynamikkskipanina Audi drive select alt eftir koyristøðuna, vegstandin ella tínum egna ynski. Hann hevur seks profilar – frá reint komfortabul ella við serligum fokus á effektivitet til burturav sportsligur. Tá ið hann er aktiveraður við at trýsta á ein knøtt, heldur avkoyringarassistententurin (eykaútgerð) tí frammanundan settu ferðini í brekkum. Støddin á aluminiumsfelgunum gongur treytað av konfiguratiónini uttan úr 17” ella 18” og heilt upp í 20” við felgu frá Audi Sport GmbH.

Komfort og trygd

Audi Q3 hevur alla ta bestu útgerðina, tá ið tað ræður um assistentskipanir. Tann adaptivi koyriassistenturin, ið sum eykaútgerð fæst saman við S tronic, er eitt hæddarpunkt. Hann integrerar funktiónirnar í tí adaptiva ferðpilotinum, raðassistentinum og koyribreytarføringsassistentinum og stuðlar føraranum í sambandi við longdar- og tvørføringina, sum økir komfortina, serliga á longum túrum.

Progressiv ljóstøkni

Forlyktirnar á tí nýggja Audi Q3 eru smalar og eru keyluformaðar inneftir. Tær eru at fáa í trimum ymiskum variantum –  allar við støði í LED-tøknini. Sum eykaútgerð kanst tú millum annað velja tær Audi matrix LED-forlyktir. Teirra burturav adaptiv ljósskiftið lýsir nógv betur á vegin og økir trygdina og komfortina. Haraftrat setir tað dynamiska blinkljósið eina striku undir ta progressivu ljóstøknina – eisini aftanfyri.