Dirvi ruddar tær slóð

Tann spildurnýggi ŠKODA SCALA verður tær trúfastur, sjálvt tá ið alt annað rundan um teg broytist. Óvanligur í sínum fjølbroytni og rúmligheit. Tú tekur tær lættliga av øllum avbjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða. Haraftrat fert tú at elska tað stílfulla sniðið, tær toppmodernaðu sambindingingarnar og ítastu trygdina. Við SCALA hevur tú ein nútíðarbil í hádygd, ið hevur nógv meira at bjóðað enn eygað sær.

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Uttan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

  • Innan

Dynamiskt yndi

Tað snøgt skorna útisniðið grundað á tann sportsliga konseptbilin VISION RS fevnir um skulpturellar formar, dynamisk element og eitt spektakulert spæl millum ljós og skugga.

Framtíðin upp á klassiskan máta

Kabinan er vorðin kveikt av tí dynamiska sniðinum uttan. Hon kombinerar ta serligu ŠKODA-ergonomiina við einum kensluríkum sniði fult av elegantum strikum. Tú hevur mjúkt tilfar uttan um teg, tú hevur tann størsta skíggjan og hópin av plássi í allar ættir.

Heilt viss

Atlitið hjá SCALA við trygdini er eisini kveikt av bilum á hægri stigi. Bilurin er útgjørdur við hópin av framkomnum føraraassistentskipanum, upp í níggju airbags og eCall.

Nýggjur standardur fyri rúmd

ŠKODA SCALA hevur nóg mikið av fjølbroytni og rúmd til at búgva hann til allar møguligar umstøður. Tú klárar lættliga alt, sum framtíðin hevur við sær.

Gjøgnumhugsað allan vegin

Sum siður er hjá ŠKODA er SCALA útgjørdur við unikkum, gjøgnumhugsaðum Simply Clever-loysnum, ið hava til endamáls at gera tær lívið lættari hvønn einasta dag.

Tann fínasti ingeniørkunsturin

SCALA er bygdur á tann toppmodernaða MQB-pallin við framkomnum sniði, teimum nýggjastu drívlinjunum og eitt frálíkt úrval av framkomnum assistentskipanum, ið eru kend frá størri bilmodellum.