A3 Sportback

A3 Sportback

Kenslur lýstar í vøkrum sniði.

Uppliv tann nýggja Audi A3 Sportback við sínum livandi sniði og dynamiskari silhuett. Í hesum bilinum ert tú talgilt mobilur og fult íkoblaður.

Nøkur hæddarpunkt

Karismatiskt ljóssnið

Matrix LED-lyktir við dynamiskum ljósbrotum og dynamiskum blunkljósi tryggja nágreiniliga, háupploysna lýsing av vegnum. Við nýsniðgivnum elementum í framljósunum og smalari ljóssniði kemur sportsliga lookið til sjóndar.

Sannur vakurleiki kemur innanífrá.

Úrvalstilfar og ein neyv finish forkela sansirnar. Harumframt baðar stemningsljóspakkin pro kabinuna í einum hugnaligum ljósi, heilt eftir tínum ynski.

Intelligent íkoblaður.

Tann til fulnar íkoblaði nýggi Audi A3 Sportback hugtekur við eini rúgvu av nýskapandi talgildum funkum. Individualisera tína koyriuppliving við MMI ella myAudi appini og uppliv talgilda mobilitets alheimin við teimum óteljandi Audi connect tænastunum.

Gev hvørjum svingi eitt like.

Óteljandi hjálparskipanir og aðrir hentleikar sum 7-trins S tronic dupultkoplingsgirið tryggja sannførandi koyrieginleikar – til dynamiska býarkoyring og eina behagiliga koyriuppliving á longum ferðum.

Eitt blikkfang á vegnum

Ein markant útsjónd.

Tann nýggi Audi A3 Sportback hugtekur við einum nýggjum sniði framman við rammuleysari Audi singleframe, stórum luftinntøkum og nýsniðgivnari kølaraverju, alt eftir útgerðarlinju. Audi ringarnir í 2D lookið og nýtt ljóssnið eyðkenna eisini nýggja sniðmálið.

Ein útsjónd, sum ger inntrykk.

Dynamiska silhuettin varpar ljós á sportsliga sniðið á tí nýggja Audi A3 Sportback. Detaljur sum lasaragraveraða modellmerkið á B-stólpanum runda harmoniskt útsjóndina á akfarinum av.

Eitt sportsligt finish.

Aftari endin skilir seg út við einum nýggjum looki. Breiði diffusarin, loddrættu refleksini umframt aðrir sportsligir sniðlutir gera, at nýggi Audi A3 Sportback sær enn breiðari og tryggari út aftanífrá.

Eitt statement á fýra hjólum.

Felgur definera karakterin á einum bili. Gleð teg til eitt úrval av nýggjum sniðum við felgustøddum upp til 19″ frá AUDI AG- og Audi Sport GmbH-úrvalinum. Talan er millum annað um Audi Sport felgur í 5-ega stjørnusniði, svart metalliskt, háglans polerað finish.

Lýtaleyst interiør

Elegantir smálutir.

Uppliv dygd og umhugsað snið – til dømis tann flata S tronic girveljaran ella ta nýsniðgivnu miðkonsollina. Klimapakkin pluss vísir sína sofistikering heilt niður í minstu detalju: Ytru lamellurnar í luftdýsunum eru úr krom, meðan lamellan í miðjuni er í háglanssvørtum.

Talgilt yvirlit yvir alt.

10,25″ talgilda Audi virtual cockpit er nú partur av standard útgerðini. Audi virtual cockpit plus (eykaútgerð) bjóðar ein 12,3″ instrumentskíggja við fullari HD upploysn og tríggjar individuellar displayvísingar “dynamisk”, “sport” og “klassisk”.

Ein stemningur, sum ger, at tú følir teg heima.

Standard stemningsljóspakkin gevur kabinuni ein hugnaligan dám. Stemningsljóspakkin plus (eykaútgerð) gevur tær møguleika at velja ímillum 30 litir og tín egna individuella litprofil – í einum ella tveimum litum. Í stemningsljóspakkanum pro (eykaútgerð) er eisini eitt baklýst toypanel í hurðunum.

Tilfeingisvinarligt tilfar.

Summir partar av kabinuni innihalda ein ávísan part av endurnýtslutilfari – til dømis er seturpolstringin úr Pulse-toy/kunstleður samanseting við S-brodering og innleggum í vovnum, svørtum Impressum-tekstili.