A5 Avant
Nøkur hæddarpunkt
Dynamiskur úr øllum vinklum.
Teir markantu hjólkassarnir undirstrika sportsliga sniðið. Eyðkendi Avant-bakendin rundar tað kraftmikla og dynamiska sniðið av.
Talgildar ljóssignaturar.
Vel ímillum upp til átta ymisk talgild ljóssignaturpør, sum vísa tína persónligheit. Ymisku ljóssniðini til talgildu koyriljósini á LED-Matrix-forlyktunum og talgildu OLED-baklyktunum í øðrum ættarliði kunnu veljast í MMI-skipanini.
Kabina við eini framtíðarkenslu.
Við ovaru og niðaru interiørlutunum og dygdargóða tilfarinum, sær nýsniðgivna kabinan bæði rein og minimalistisk út. Nýskapandi tøknin, so sum ljóssniðið, MMI-panoramaskíggin og MMI-skíggin til ferðafólkið framman, styrkir um hesa kensluna.
Ein tilknýtt kabina.
Uppliva nýggju talgildu kabinuna við funkum sum panoramaskíggja, head-up sýning, Audi assistenti, stýrieind í førarahurð, interaktiónsljósi og 3D-ljóði við hátalarum í nakkapútum.
Skraddaraseymaðar drívlinjur.
Sama hvønn TFSI- ella TDI-motor tú velur, so kanst tú vera vísur í, at tú koyrir við sera effektivari tøkni. Audi drive select, MHEV plus og quattro-fýrahjólstrekk eru við til at gera koyriupplivingina enn meira dynamiska kilometur fyri kilometur.