A5 Limousine
Nøkur hæddarpunkt
Dynamiskur úr øllum vinklum.
Endurtulkingin av sedan-sniðgevingini úttrykkir eina samanseting av sportsligheit, elegansu og funktión. Muskuløs lutfall, ið koma til sjóndar við eitt nú sermerktu hjólkassunum, umframt stóru el-baklúkuni (standardútgerð), sum bakrúturin opnast upp við.
Talgildar ljóssignaturar.
Vel ímillum upp til átta ymisk talgild ljóssignaturpør, sum vísa tína persónligheit. Ymisku ljóssniðini til talgildu koyriljósini á LED-Matrix-forlyktunum og talgildu OLED-baklyktunum í øðrum ættarliði kunnu veljast í MMI-skipanini.
Kabina við eini framtíðarkenslu.
Við ovaru og niðaru interiørlutunum og dygdargóða tilfarinum, sær nýsniðgivna kabinan bæði rein og minimalistisk út. Nýskapandi tøknin, so sum ljóssniðið, MMI-panoramaskíggin og MMI-skíggin til ferðafólkið framman, styrkir um hesa kensluna.
Ein tilknýtt kabina.
Uppliva nýggju talgildu kabinuna við funkum sum panoramaskíggja, head-up sýning, Audi assistenti, stýrieind í førarahurð, interaktiónsljósi og 3D-ljóði við hátalarum í nakkapútum.
Skraddaraseymaðar drívlinjur.
Sama hvønn TFSI- ella TDI-motor tú velur, so kanst tú vera vísur í, at tú koyrir við sera effektivari tøkni. Audi drive select, MHEV plus og quattro-fýrahjólstrekk eru við til at gera koyriupplivingina enn meira dynamiska kilometur fyri kilometur.