Tíð til at njóta útsýnið

Tann nýggi A6 Avant

Tann nýggi Audi A6 Avant gevur tær ikki meira tíð, men betri tíð. Tann spildurnýggi Audi A6 mátar, monitorerar og lagar túsundtals upplýsingar til hvørt einasta sekund. Við rattið situr tú við eini ektaðari kenslu av makligum tryggleika, meðan Audi A6 varliga og intelligent syrgir fyri, at tú kemur trygt fram á mál. Soleiðis gevur tann nýggi Audi A6 tær betri stundir til at njóta útsýnið og alt hitt, sum tær veruliga dámar.

Einastandandi dynamiskur

Skilliga Avant

Lægri, breiðari og djúpri – gronin á tí nýggja A6 Avant geislar megi og dregur uppmerksemi til sín við fyrsta eygnabrá. Teir markantu hjólkassarnir, tann bráhalla taklinjan og tann flati, lodrætti D-stólpin taka eisini tær dynamisku proportiónirnar fram og geva bilinum eitt unikt umhvarv. Hekkan er serliga sermerkt av tí sportsliga takkantspoilaranum og tí eyðkenda kromlistanum. Ein atletisk útstráling og avgjørt stórtøkin plássviðurskifti.

Hópin av plássi

Avgjørt høgligur: Tað optimeraða plásskonseptið í tí nýggja Audi A6 Avant gevur føraranum og passaserunum meira beinpláss, lofthædd og herðapláss, og bagasjurúmið er sum vant stórtøkið. Splitbaksetrið við skíðklaffi kann leggjast fram fleksibult í lutfallinum 40:20:40 og kann sostatt verða optimalt tilpassað sum tú vilt og eftir tørvi. Antin tú og familjan eru í skíðferiu, ella um tú fert eina langa forrætningsferð: Tú hevur allar møguleikar við eini bagasjurúmstødd upp á 565-1.680 l.

Útgerðarpakkar

Alt eftir hvat kundin vil, kann interiørið í tí nýggja Audi A6 Avant vera sera ymiskt innrættað. Umframt basisversjónina eru fýra útgerðarpakkar tøkir, og hvør pakki fevnir um eitt ávíst litkonsept: sportur, snið, úrval og – víst her – S line-sportspakkin. Litirnir eru bæði progressivir og elegantir. Tilfarið – upp til Valcona-leður og dekorinnlegg í mattum bustaðum aluminium – er av hádygd, og framleiðsludygdin er somuleiðis tann besta.

Minimalistisk snið

Sera lætt at brúka

MMI High við touch response og 10,1” ella 8,6” HD-touch-display (eykaútgerð) passar perfekt inn í tað eleganta instrumentpanelið og verður supplerað av 12,3”-displayinum til Audi virtual cockpit (eykaútgerð). Við teimum víðfevndu møguleikunum fyri individualisering fáa upp í sjey førarar goymt sínar einkarstillingar í individuellum brúkaravangum. Sum á eini snildfon kunnu týðandi bilfunktiónir leggjast á ta ynsktu positiónina á MMI-skíggjanum við at toga og sleppa. Fleksibult, makligt og fram um alt: lætt.

Ein leikari á hægsta stigi

Við framkomuni í Europa fæst A6 Limousine við tveimum sterkum motorum – ein diesel- og ein bensinmotor. Bensinmotorurin er ein 3.0 TFSI. Tann 6-sylindraði motorurin við 340 hk og einum snúningsmomenti upp á 500 Nm økir ferðina á bilinum úr 0-100 km/t eftir 5,1 sek. 3.0 TDI V6-dieselmotorurin hevur sama førleika við sínum 286 hk og eitt snúningsmoment upp á 620 Nm. Allir motorar eru útgjørdir við tí nýggju lághybridtøknini.

Kringari

Meiri stýrandi

Sportsligari

Tær progressivu stýrigreiðirnar, sum eru standardútgerð, tryggja ein sterkan koyridynamikk um eitt markant sportsligt skifti til stýrigreiðirnar, ið saman við dynamiskari fýrahjólsstýring (eykaútgerð) ger bilin kringari og meiri stýrandi.