Avant – Nú sum el-drivin.
Sportsligt snið, framúr el-avrik og klassiskar Avant-propertiónir: Tann nýggi Audi A6 Avant e-tron performance.
Effektiva drívmegin og framkomni aerodynamikkurin í nýggja Audi A6 Avant e-tron performance gevur tær eitt møguligt koyristrekki á upp til 720 km, umframt snarløðing við upp til 270 kW (DC). Tá er ikki tíð til nógv meir enn ein lítlan kaffimunn í løðisteðginum.
Tann nýggi Audi A6 Avant e-tron performance tekur tað næsta stigið í menningini av e-tron sniðstílinum. Uppliva sportsligu propertiónirnar við eyðkendu Avant-skuggamyndini, longu ásfrástøðuni og reinu flatunum.
Alt er fokuserað á teg. Blíðar, bendar flatur og eksklusivt tilfar kennast væl og undirstrika premium ambitiónirnar hjá bilinum. Softwrap-bygningshátturin skapar eitt optiskt samband millum hurðaklædningin omanfyri instrumentpanelið og yvir til miðkonsollina og miðarmlenið.
Uppliva nýggju talgildu kabinuna við funkum sum panoramaskíggja, augmented reality head-up sýning, Audi assistent, stýrieind í førarahurð, dynamiskt interaktiónsljós og 3D-ljóð við hátalarum í nakkapútum.
Á HPC-støðum kanst tú løða háspenningsbattaríið í nýggja Audi A6 Avant e-tron performance frá 10% til 80% uppá uml. 21 min. Hevur tú skund, kanst tú uppá bert 10 min. løða nóg mikið av orku til upp til 295 km.
Løðiorku upp til
270 kW
Ferðøking (0-100 km/t) við Launch Control
5,4 sek.
Battaríorka (netto)
94,9 kWh