Tíðin er knøpp-tilfeingi

Brúka tað vísiliga

Tann nýggi A6 Limousine – ikki meira tíð, men betri tíð

Klokkan gongur. Sekund fyri sekund. Tað fær Audi einki gjørt við. Men vit fáa gjørt ta tíðina, tú brúkar í bilinum betri og effektivari. Tann nýggi Audi A6 ger endaliga bart við tann mátan, sum vit higartil hava fatað bilkoyring. Uttan at taka alt tað, sum skapar gleðina við at koyra bil, burtur, hjálpa tær intelligentu assistentskipaninar í Audi A6 tær skjótt og trygt gjøgnum ferðsluna. So meðan tú hyggur eftir tíðini, hyggur Audi A6 eftir, at tú kemur lætt og trygt heim til teirra, ið bíða eftir tær.

Eini greið boð

Úr øllum heraðshornum

Frá tí breiðara singleframe yvir luftinntøkunum í síðunum framman við sportsligum kromlistum til tær smølu forlyktirnar – fronturin á A6 Limousine imponerar við progressiviteti við fyrsta bragd. Tann skarpara herðalinjan við tí prúðu hæddini yvir hjólkassunum herðir á quattro-ílegurnar. Síðuspeglini eru sett sportsliga á hurðarkantarnar. Og tann coupélíka flótandi taklinjan munnar elegant út í tann trídimensionelt sniðaða afturpartin við tí sermerkta kromlistanum í aluminiumslíki.

Toppkarakter til A6 Limousine

Euro NCAP gevur okkara nýggja Audi A6 Limousine toppkarakter, við 5 stjørnum í crashtest. Assistentskipaninar tryggja bæði teg bilførara, men skipanin ger eisini sítt til at gera ferðsluna tryggari hjá eitt nú súkklarum. Vit eru errin av at senda okkara kundar tryggar út í ferðsluna!

Les alla Euro NCAP-kanningina

Syrgir fyri tí rætta lagnum

Konturambienteljóspakkin (eykaútgerð) skapar eina einastandandi atmosferu og gevur interiørinum í A6 Limousine eina hugtakandi kabinuatmosferu, her tú følir teg væl til passar. Neyvir konturljósleiðarar hevja instrumentpanelið, miðkonsollið og aðrar markantar sniðstrukturar i 30 ymiskum litbrøgdum og við ljósintensiteti, ið kann doyvast stigleyst.

Elektriskur mobilitetur er vorðin vaksin

Innovatiónir skulu vera framskygdar. Digitaliseringin skal fremjast við einum framtíðarbendum handfaringarkonsepti, eini umfatandi uppkobling og einum stórum úrvali av førerassistentsskipanum. Fyri betri trygd. Meira komfort. Og fyri krøvum í luksusklassanum. Tað er okkara ætlan. Tað er okkara eldhugi. Tað er áttanda ættarlið av A6 Limousine.