Fýra ringar. Ein greið linja

Tann nýggi Audi A7 Sportback

Unikkur og eyðsæddur – A7. Úr teimum snøggu lyktunum við tí unikka ljóssignaturinum um tann lodrætta frontin við breiðum singleframe og tað coupélíka umhvarvið til ta skulpturellu hekkuna – Audi A7 Sportback lýsur eitt kollveltandi sniðmál og ber samstundis tær klassisku quattro-ílegurnar. Prógvið um, at tú skalt vísa tínum upphavi trúskap samstundis við, at tú uppfinnur tað umaftur.

Tað nýggja frælsið

Uppliv eina kenslu av plássi av nýggjari dygd: Tað optimeraða panoramaglastakið (eykaútgerð) við 60% meira útsýnsflatu ger sjónarringin til tín fylgisneyta og syrgir fyri eini kabinu full av ljósi. Rulligardinan útihýsir øllum ljósi í stongdari støðu og tryggjar samstundis lítla upphiting í kabinuni. So kanst tú stilla tað elektriskt og avgera, hvussu nógv ljós, ið skal inn.

Vís stílin hjá tær

Við konturambienteljóspakkanum í fleiri litum (eykaútgerð) verður kabinan pallsett sum tú vilt, og interiørið verður uppaftur meiri individuelt og eksklusivt. Neyvir ljósleiðarar taka umhvarvslinjur fram, strika undir instrumentpanelið og sniðstrukturin og gera tað lættari at koma í og úr bilinum í myrkri.

Digitalt ljós

HD Matrix LED-forlyktirnar, ið eru at fáa sum eykaútgerð, tala tað nýggja einastandandi A7 ljóssniðmálið, og tær taka digitaliseringina til sín: 12 ljóssegment eru sett við síðuna av hvørjum øðrum, bara skild av smáum millumrúmum, og tær kveikja soleiðis hugsambond til prinsippið við tølunum 0 og 1.

Formmálið hjá einum nýggjum ættarliði

Tann nýggi A7 Sportback er ein fagnaður til sportsliga elegansu og við sínum luti sum boðberi hjá einum nýggjum sniðmáli ein automobilur avantgarde. Tær skarpligu linjurnar og tað coupélíka umhvarvið vísir dynamiskan emotionalitet. Lyktirnar við sínum unikka A7 signaturi strika undir tað progressiva eksteriørið. Frá tí langt afturbenda A-stólpanum fer takið sum ein sveimandi kúpa eftir tí atletiska karrossarínum og endar í eini skulpturellari hekku við gjøgnumgangandi LED-lyktabondum. Ein flott, hugtakandi sjón.