Audi Trygdaravtala

Við eini Audi Trygdaravtalu kanst tú víðka tína vanligu verksmiðjuváttan frá 2 til 5 ár (tó í mesta lagi 150.000 koyrdar kilometrar). Við eini Audi Trygdaravtalu velur tú eyka trygd í samband við keyp av einum nýggjum Audi, tí tá nýtist tær ikki at hugsa um óvæntaðar útreiðslur tey fyrstu 5 árini við tínum nýggja Audi. Tú kanst tekna eina Audi Trygdaravtalu heilt fram til móttøkudagin, tá tú fært tín nýggja Audi. Tað fæst meira at vita um Audi Trygdaravtalu við at lesa tað, sum stendur niðanfyri.

Hvat fevnir trygdaravtalan um?

Størri trygd
Í tíðarskeiðnum, har trygdaravtalan er galdandi, verður alt, sum avtalan fevnir um, umvælt ella skift út hjá tínum góðkenda Audi tænastuveitara. Avtalan umfatar tað sama sum ábyrgdarskjalið fyri nýggjan bil, t.v.s. tilfars- og framleiðslubrek.

Uttan fyri landoddarnar
Audi Trygdaravtalan er galdandi flest allar staðir í Europa, og tí finnur tú altíð ein góðkendan Audi tænastuveitara, sum er klárur at hjálpa tær. Tú sleppur undan at flyta bilin hjá tær langa leið fyri at fáa hjálp.

Góðkend tænasta
Tín Audi tænastuveitari kennir tín Audi. Tú kanst vera vísur í, at bilurin hjá tær er í bestu hondum og at eykalutirnir eru upprunaligir, so at tín Audi verður verandi ein Audi.

Hægri endursøluvirði
Um tú selur tín Audi í tíðarskeiðnum, har avtalan er galdandi, fer Audi Trygdaravtalan víðari við bilinum til næsta eigaran. Tað gevur tær ta trygd, at tín Audi sostatt enn betur varðveitir sítt virði.

Eyka trygd við fyrimuni

  • Hægri virði í samb.v. víðari sølu
  • Fá hjálp á Audi verkstaði, sum liggur tætt við, bæði her og nærum allastaðni í Europa
  • Umvælingar verða gjørdar á góðkendum verkstaði
  • Avtalan er galdandi í mesta lagi 5 ár ella upp móti 150.000 km – alt eftir, hvat kemur fyrst

Prísir

A1 | Q2

  • 1 ár (90.000 km)
  • 2 ár (120.000 km)
  • 3 ár (150.000 km)
  • 1.995 kr.
  • 3.995 kr.
  • 5.995 kr.

A3 | Q3 | Q4 e-tron

  • 1 ár (90.000 km)
  • 2 ár (120.000 km)
  • 3 ár (150.000 km)
  • 2.995 kr.
  • 4.995 kr.
  • 6.995 kr.

A4 | A5 | TT

  • 1 ár (90.000 km)
  • 2 ár (120.000 km)
  • 3 ár (150.000 km)
  • 3.495 kr.
  • 6.995 kr.
  • 9.995 kr.

A6 | Q5

  • 1 ár (90.000 km)
  • 2 ár (120.000 km)
  • 3 ár (150.000 km)
  • 3.995 kr.
  • 7.995 kr.
  • 13.995 kr.

A7 | Q7 | Q8 | e-tron | e-tron GT

  • 1 ár (90.000 km)
  • 2 ár (120.000 km)
  • 3 ár (150.000 km)
  • 4.995 kr.
  • 9.995 kr.
  • 15.995 kr.

RS 3 | RS Q3

  • 1 ár (90.000 km)
  • 2 ár (120.000 km)
  • 3 ár (150.000 km)
  • 3.995 kr.
  • 7.995 kr.
  • 13.995 kr.

RS 4 | RS 5

  • 1 ár (90.000 km)
  • 2 ár (120.000 km)
  • 3 ár (150.000 km)
  • 4.995 kr.
  • 9.995 kr.
  • 15.995 kr.

RS 6 | RS 7 | RS Q8 | A8 | RS e-tron GT

  • 1 ár (90.000 km)
  • 2 ár (120.000 km)
  • 3 ár (150.000 km)
  • 7.995 kr.
  • 13.995 kr.
  • 22.995 kr.

R8

  • 1 ár (90.000 km)
  • 2 ár (120.000 km)
  • 3 ár (150.000 km)
  • 9.995 kr.
  • 14.995 kr.
  • 22.995 kr.