We Connect Plus
Fleiri møguleikar við fleiri hentleikum
All inclusive: Umframt allar funksjónirnar í We Connect*-grundpakkanum kanst tú eisini njóta tað makliga við eini online-parkeringsventilatión og nógvum øðrum fjálgum smálutum í útgerðini. Tann intuitiva online-raddarstýringin í tí nýggja Caddy kann harumframt munnlesa eitt og hvørt ynski frá tær (eykaútgerð).
Ókeypis útboðið frá We Connect* hevur eitt stórt úrval av hentum tænastum og bilfunksjónum. Við We Connect Plus** verða nakrar eyka funksjónir lagdar afturat (innan tey vanligu mørkini viðvíkjandi skipanunum).
- Online-ferðsluupplýsingar
- Online-kortdagføringar
- Online-raddarstýring
- Online-tjóvávaring
- Online-parkeringshiti***
- Online-parkeringsventilatión****
- Miðlastroyming*****
- Wi-Fi-hotspot*****
*Fyri at nýta We Connect-veitingarnar skalt tú hava eina Volkswagen ID-brúkarakontu og rita inn við brúkaranavni og loyniorði á We Connect. Harumframt skal tað gerast ein einskild We Connect-avtala ella ein We Connect Plus-avtala online við Volkswagen AG. Tá ið bilurin er avhendaður, hevur tú 90 dagar at skráseta bilin til We Connect Plus á www.portal.volkswagen-we.com fyri at kunna brúka tænasturnar í allari gildistíðini, sum er ókeypis. Er bert at fáa í samband við eina sambæra infotainment-skipan.
**Við endan av innleiðandi gildistíðini fyri We Connect Plus-tænastuna mótvegis meirkostnaði.
***Online-parkeringshitin frá We Connect Plus er sambærur við flestu eykahitarar. Hann er ikki sambærur við bilar, sum hava ein kabinuhitara (møguliga sum eykaútgerð).
****Er bert at fáa í samband við 2-stiga-airconditiónsskipanina Climatronic og eykahitatól við fjarstýring.
*****Er bert at fáa í samband við Stroyming & Alnets-pakkan.