Meira praktiskur og slóðbrótandi enn nakrantíð áður

Crafter ger dreymar til veruleika. Líka úr innrættningi av kabinu og vørurúmi til slóðbrótandi trygdarútgerð og framkomnum assistentskipanum, víðari til eitt breitt úrval av dygdargóðum drívlinjum, er Crafter eitt ess í hondini í klassanum fyri stórar vørubilar.

Crafter. Vinnur við heildini

Mester Tidende hevur aftur gjørt sína siðbundnu bólkakanning, hesaferð í Crafter-klassanum. Okkara nýggi Crafter skumpar allar sínar kappingarneytar til viks við greiðum sigri. Kanningin er gjørd av handverkarum, sum dagliga koyra í vørubilum, og ikki av tíðindafólkum, sum er tilfellið við altjóða Van of the Year-heiðurslønini.

Kanningarvinnari

Tryggur sigur til nýggja Crafter

Um nýggja Crafter varð millum annað sagt:

“Hann veitir eina komfort, sum nógvir dýrir persónbilar fara at øvunda honum. Bilurin er so at siga ljóðleysur, sjálvt undir ferðøking, og hevur heilt eintýddar koyrieginleikar. Haraftrat er servostýringin elektrisk.”

“Tað er veruliga stórur munur á koyriupplivingini í gamla Crafter og tí nýggja – serliga hvat dygd, koyrieginleikar og larm viðvíkur.”

Tú kanst lesa kanningina við at trýsta her

Nýggi Crafter er kosin

Van of the Year 2017

Ein altjóða dómsnevnd við tíðindafólkum úr 24 londum, sum viðgera vinnubilar, hevur kosið nýggja Crafter til Van of the Year 2017.

Nýggi Crafter, ið er mentur og framleiddur av Volkswagen Vinnubilum, og sum er sniðgjørdur við ynskjum kundanna um ein framtíðar vørubil í huga, vann trákkaða heitið longu áðrenn hann kom á marknaðin.

Dr. Eckhard Scholz, nevndarformaður í Volkswagen Vinnubilum, fekk virðislønina handaða av formanninum í dómsnevndini, Jarlath Sweeney, á IAA-messuni í Hannover. Dr. Eckhard Scholz segði eftir handanina:

“Eftir at T6 Transporter vann hesa heiðurslønina í fjør, eru vit fegin um, at eisini Crafter vinnur hetta trákkaða heitið. Vit eru sera errin av okkara nýggjastu vøru og av okkara toymi, hvørs stóra avrik hevur gjørt nýggja Crafter til tann besta vørubilin á marknaðinum. Vit fara við hesum heiðrinum at nýta høvið til at skjóta eina eydnuríka byrjan í gongd við nýggja Crafter.”

Bestu lastarrúmd og lastartrygging

Nýggi Crafter hevur bestu samlaðu lastarrúmdina í sínum klassa við skjótihurðum, ið opna upp til 1.311 mm, eina vørurúmshædd upp á upp til 2.196 mm og eina lastarhædd, ið er lækkað 100 mm. Universalbotnurin (eykaútgerð) og verksmiðjusamansetta fyrireikingin til hillaloysnir geva tær uppaftur fleiri møguleikar í vørurúminum.

Billongdir og takhæddir

Tríggjar billongdir og tríggjar takhæddir

Við trimum ymiskum billongdum og trimum ymiskum takhæddum hevur tú við nýggja Crafter hópin av møguleikum til serligar samansetingar.

Burðarorka

Pláss fyri upp til seks europlattum

Viðhvørt hevur stødd nakað at siga: Tí hevur nýggi Crafter – óansæð ásfrástøðu – pláss fyri millum fýra og seks europlattum.

Opilsisbreidd og vørurúmshædd

Tað størsta virkisførið

Hægsta vørurúmið upp á upp til 2.196 mm. Í sambandi við fýrahjólsdrátt hevur nýggi Crafter hægsta vørurúmið í klassanum.

Hetta er galdandi fyri nýggja Crafter kassabilar við longum ásfrástøðum, hægsta takinum og fýrahjólsdrátti.