Crafter
Klárur til tær stóru uppgávurnar
Tann nýggi Crafter klárar nærum allar uppgávur. Mátini eru ideell til stórar Euro-pallar ella rulluíløt. Harumframt ger hann títt arbeiði lættari við fyrstafloks lastkomfort og lasttrygd.
Men nú fer tann nýggi Crafter eitt stig víðari. Við sínum nýggja Digital Cockpit hevur tú altíð eitt yvirlit yvir allar týðandi upplýsingar. Nútímans infotainment og framúr íbindingarmøguleikar geva tær meira undirhald og komfort á veg til næstu avtaluna, meðan eyka bilførarahjálparskipanirnar gera, at tú kemur meira avslappaður fram. Á henda hátt vísir tann nýggi Crafter enn meira áhuga fyri at stuðla tær í arbeiðsdegnum.
Bilur og arbeiðspláss í einum
Ert tú á ferð tað mesta av arbeiðsdegnum? Tann nýggi Crafter er meira enn bara eitt flutningstól. Hann er staðið, har tú sorterar pappír, ger avtalur, goymir arbeiðstól, løðir snildfonina og etur døgurða. Við nógvum goymslu- og íbindingarmøguleikum, fartelefon-funkuyvirliti við induktivari løðifunktión, standardmonteraðum multifunktiónsróðri og vekt-bundnum ergoComfort-setri (eykaútgerð), er tann nýggi Crafter fyrireikaður til alt.
Hugsað niður í teir minstu smálutirnar
Last
Tann nýggi Crafter fær stig fyri bestu lastkomfort og lasttrygd í sínum flokki.
Eksteriør
Frá LED-lyktum til Trendline-pakkan, sum eykaútgerð: Frá fyrsta eygnabragdi hevur nýggi Crafter-vørubilurin nógv at bjóða.
Interiør
Hesin framúrskarandi komforturin og eitt væl umhugsað goymslukonsept seta nýggj krøv í flokkinum fyri stórar vørubilar.
Funktiónir
Í tí nýggja Crafter situr tú ikki bara væl allan dagin – tú ert eisini væl upplýstur og undirhildin.
Hjálparskipanir
Nýskapandi bilførarahjálparskipanir og snildar trygdarskipanir handfara kritiskar støður.