Dátuverndarkunning
Sp/f Bilasølan (“Bilasølan”, “vit”, “okkum”, “okkara”) hevur skyldu til at tryggja hóskandi dátuvernd av teimum upplýsingum, ið vit viðgera um okkara kundar, starvsfólk og veitarar. Vit hava sett tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk, sum tryggja, at okkara viðgerð av persónsupplýsingum fer fram í samsvari við dátuverndarlógina.
Tá ið Bilasølan umsitur starvsfólkaviðurskifti umframt kunda- og veitarasamstørv, eru vit sum meginregla dátuábyrgdari.
Tá ið Bilasølan skrásetir bilar vegna kundar og aðrar ískoytis tænastur í hesum sambandi, er Bilasølan dátuviðgerði og virkar eftir boðum frá kundanum.
Okkara viðgerðir sum dátuábyrgdari
Vitjandi á heimasíðu okkara
Heimasíða okkara www.bilasolan.fo nýtir ikki farspor, og skráseta vit sostatt ongar upplýsingar um teg ella tína tóleind (teldu/teldil/snildfon) sum vitjandi á heimasíðuni.
Starvsumsóknir
Endamál
Allar umsóknir til Bilasøluna, umbidnar og óumbidnar, skulu sendast til asi@bilasolan.fo, sum er telduposturin hjá stjóranum.
Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu søkja eftir nýggjum starvsfólkum, undir hesum at føra eina setanartilgongd og meta um førleikarnar hjá møguligum umsøkjara ella komandi starvsfólki.
Heimild fyri viðgerðini
Viðgerðin er grundað á okkara heimilað áhugamál í sambandi við okkara viðgerð og meting av umsóknunum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Í ávísum føri kann umsøkjari geva okkum samtykki til at varðveita umsóknina eitt avmarkað tíðarskeið, um eitt starv ístaðin skuldi blivið tøkt seinni sbrt. § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.
Sløg av persónsupplýsingum
Vit viðgera vanligar persónsupplýsingar, sum umsøkjarin sendir okkum, undir hesum navn, bústað, telefonnummar og teldupost umframt aðrar upplýsingar, ið viðkomandi sendir okkum, so sum CV, próvtøl, myndir og annað tilfar.
Kelda
Sum meginregla koma upplýsingar frá umsøkjara. Vit kunnu í einari setanartilgongd leita eftir alment atkomuligum upplýsingum um skrásetta á netinum umframt á sosialu miðlunum.
Móttakarar av dátum
Umsóknir verða goymdar í innanhýsis skipan, ið einans leiðslan hevur atgongd til. Í ávísum føri kunnu vit nýta útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingunum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja eina nøktandi dátuvernd.
Flutning til triðjalond
Vit kunnu í ávísum førum nýta KT-veitarar í triðjalandi, undir hesum USA. Vit tryggja at nøktandi avtalur eru gjørdar við hesar veitarar samsvarandi standardásetingunum (CSS) frá ES-kommissjónini sum tryggja fullgóða trygd.
Varðveitslu-tíðarskeið
Umsóknirnar verða goymdar í innanhýsis skipan, ið einans leiðslan hevur atgongd til, har tær liggja, til starvið er sett, og síðani verða allar umsóknir strikaðar.
Óumbidnar umsóknir verða strikaðar 6 mánaðir eftir, at tær eru móttiknar.
Fyrisiting av kundasamstørvum
Endamál
Viðgerðin er neyðug fyri, at vit kunnu røkja okkara kundasamstørv, undir hesum stovnan av kundum, veiting av tænastum, fakturering og umsiting annars av okkara kundum.
Heimild fyri viðgerðini
Viðgerðin grundað á okkara heimilað áhugamál, ið er at kunnu røkja okkara kundasamstarv og menna okkara tænastur, grundað á tørvin og væntanir hjá kundanum sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.
Sløg av persónsupplýsingum
Vit viðgera vanligar persónsupplýsingar um kundan og starvsfólk hjá kundanum, undir hesum navn, teldupost, telefonnummar og aðrar samskiftisupplýsingar.
Kelda
Upplýsingar koma frá kundanum og starvsfólkum kundans.
Móttakarar av dátum
Sum meginregla lata vit ikki tínar persónsupplýsingar víðari til annan móttakara, men nýta vit í ávísum føri útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja nøktandi dátuvernd.
Ítøkiligir og góðkendir undirveitarar eru lýstir í teimum einstøku dátuviðgerðaravtalunum millum Bilasøluna og kundar okkara.
Flutning til triðjalond
Vit kunnu í ávísum føri nýta KT-veitarar í triðjalandi, undir hesum USA. Vit tryggja, at nøktandi avtalur verða gjørdar við hesar veitarar samsvarandi standardásetingunum (CSS) frá ES-kommissjónini, sum veita fullgóða trygd.
Varðveitslu-tíðarskeið
Vit varðveita ikki persónsupplýsingarnar longur enn neyðugt. Bókhaldslógin áleggur okkum at varðveita roknskaparskjøl, undir hesum ávísar persónsupplýsingar í 5 ár. Um serlig viðurskifti gerast galdandi, kunna vit varðveita upplýsingarnar í eitt styttri ella longri tíðarskeið.
Samskiftisupplýsingar verða varðveittar, so leingi okkara kundasamstarv við kundan er virkið. Verða vit kunnað um, at starvsfólk hjá kunda okkara ikki starvast hjá kundanum longur, verða hesir strikaðir.
Fyrisiting av veitarasamstørvum
Endamál
Viðgerðin er neyðug, so at vit kunnu umsita okkara sáttmálar við veitarar umframt at útvega og móttaka vørur og tænastur frá okkara veitarum.
Heimild fyri viðgerðini
Viðgerðin er grundað á okkara heimilað áhugamál, ið er at kunna røkja okkara veitarasamstørv umframt at menna okkara tænastur sbrt. § 8, stk. 1, nr. 6.
Sløg av persónsupplýsingum
Vit viðgera vanligar upplýsingar um veitaran, undir hesum teldupost, telefon og bankaupplýsingar.
Harumframt viðgera vit vanligar persónsupplýsingar um starvsfólk hjá veitaranum, undir hesum navn, teldupost, telefonnummar og aðrar samskiftisupplýsingar.
Kelda
Upplýsingar koma frá veitaranum ella starvsfólki veitarans.
Móttakarar av dátum
Sum meginregla lata vit ikki tínar persónsupplýsingar víðari til annan móttakara, men nýta vit í ávísum føri útvaldar KT-veitarar í sambandi við flutning og varðveitslu av upplýsingum. Vit tryggja, at neyðugar avtalur eru gjørdar við KT-veitaran, sum tryggja nøktandi dátuvernd.
Flutning til triðjalond
Vit kunnu í ávísum føri nýta KT-veitarar í triðjalandi, undir hesum USA. Vit tryggja, at nøktandi avtalur eru gjørdar við hesar veitarar samsvarandi standardásetingunum (CSS) frá ES-kommissjónini sum veita fullgóða trygd.
Varðveitslu-tíðarskeið
Vit varðveita ikki persónsupplýsingarnar longur enn neyðugt. Bókhaldslógin áleggur okkum, at varðveita roknskaparskjøl, undir hesum ávísar persónsupplýsingar í 5 ár. Um serlig viðurskifti gerast galdandi, kunna vit varðveita upplýsingarnar í eitt styttri ella longri tíðarskeið.
Samskiftisupplýsingar verða varðveittar, so leingi okkara samstarv við veitaran heldur fram. Verða vit kunnað um, at starvsfólk hjá veitara okkara ikki starvast hjá veitaranum longur, verða hesir strikaðir.
Tíni rættindi
Sum skrásett/ur hevur tú ávís rættindi, sum Bilasølan hevur skyldu til at fylgja.
Tú kanst seta teg í samband við okkum og fáa innlit í hvørjar persónsupplýsingar, vit viðgera um teg. Somuleiðis kanst tú fáa skeivar ella manglandi persónsupplýsingar rættaðar. Ynskir tú, at tínar persónsupplýsingar verða strikaðar; at Bilasølan avmarkar viðgerðina av tínum persónsupplýsingum; nýta tín rætt til dátuflutning; ella at mótmæla og steðga eini viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkara.
Tá vit viðgera persónsupplýsingar, grundað á samtykki, hevur tú altíð rættin at taka títt samtykki aftur. Fyri at taka títt samtykki aftur kanst tú seta teg í samband við okkum. Afturtøka av einum samtykki, ávirkar ikki heimildina fyri viðgerð, ið er farin fram, áðrenn afturtøkan er framd.
Ynskir tú at nýta tíni rættindi, so send okkum ein teldupost á asi@bilasolan.fo
Spurningar?
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkara. Tú ert sjálvandi eisini altíð vælkomin at koma inn á gólv.
Sp/f Bilasølan
Vegurin Langi 43
FO-100 Tórshavn
+298 35 97 00
bilasolan@bilasolan.fo
www.bilasolan.fo
Kæra
Um tú ynskir at kæra okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, verður tú vinaliga biðin at senda okkum ein teldupost til asi@bilasolan.fo og lýsa málið. Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.
Tú hevur eisini rætt at kæra til Dátueftirlitið í sambandi við tíni rættindi umframt okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Fyri nærri kunning um, hvussu tú kanst senda Dátueftirlitinum eina kæru, verður víst til heimasíðuna hjá Dátueftirlitinum www.dat.fo.
Dagføringar
Okkara dátuverndarkunning verður dagførd, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.
Seinast dagført 08-11-2024