Mobila ímyndin verður hin talgilda ímyndin

Vit presentera tann nýggja Golf. Her eru nýggj stig tikin til talgilda útgerð á vegnum. Skynsamar assistentskipanir gera koyringina høgligari og róligari. Sett saman við teirri eyðkendu Golf-kensluni.

Snið

Eksteriør

Sjónliga máttmikil. Tað merkist, at tað er Golf.

Golf – við máttmiklari sniðgeving: Framman, har tað gongur langt niður, við smølum LED-Matrix-framljósum (eykaútgerð) í 4-eygna-útsjónd og við Volkswagen búmerkinum í nýggjari sniðgávu. Alt hóskar væl saman allan vegin í samljóði og logikki – sum tað altíð hevur verið við Golf. Tey smølu bakljósini skara framúr aftan, og millum ljósini situr tað nýggja búmerkið og tað snórabeina Golf-modellheitið.

Interiør

Talgildur kabinudreymur

Serliga sjónligt: Tað til fulnar talgilta instrumentpanelið við stórum skíggjum, tað 10” stóra kombiinstrumentið “Digital Cockpit” – og tann 10” stóri fingraskíggin til skipanirnar “Ready 2 Discover” og “Discover Media” (eykaútgerð). Vegna intuitiva fingraskíggjan er tað óneyðugt við nøkrum kontaktum, knøttum og regulatorum. Ambiente-ljósini, við nærum 30 ymiskum litum sum eykaútgerð, seta sín persónliga dám á ljósvirknaðin. Saman við øllum teimum talgildu nýmenningunum verður tann serliga Golf-kenslan sjálvandi varðveitt.

Talgildir hentleikar

Innovision Cockpit

Alt verður stillað samsvarandi tær

Tín Golf kennir teg aftur – og treytað útgerðina setur hann av sær sjálvum tín persónliga føraraprofil* í gongd: Bæði at stilla setur og ljós og ta inniluft, tær dámar. Tú kanst lættliga stilla tólini, so sum tær hóskar best, í “Innovision Cockpit (eykaútgerð): Við tí 10” stóra kombiinstrumentinum “Digital Cockpit” sett saman við tí 10” stóru stýriskipanini “Discover Pro” (eykaútgerð).

Í “Digital Cockpit” kanst tú, umframt klassiska innihaldið so sum snúningsteljara, ferðmátara og kilometrateljara, eisini síggja aðrar gagnligar upplýsingar. Tú kanst eisini velja at síggja navigatiónskortið á øllum skíggjanum.

Tann stóri skíggin til navigatiónsskipanina “Discover Media” (eykaútgerð) ella “Discover Pro” verður brúktur at vísa nógvar ymiskar funksjónir við flottum grafikki og animatiónum – júst sum á tínari smartphone. Tú kanst velja myndir og yndisfunksjónir sum byrjanarmynd.

*Eftir uppseting av tínum Volkswagen-ID og eftir fyrstu skráseting.

Digital Cockpit

Framtíðin er futuristisk

Kombiinstrumentið “Digital Cockpit” er standardútgerð og vísir tær tað innihald, sum er týdningarmikið fyri teg, á einum 10,25” stórum litskíggja við høgari upploysing: Tað stendur tær frítt at velja – t.d. klassiskt innihald so sum snúningsteljara, ferðmátara og kilometrateljara – ella tú vilt síggja tínar assistentskipanir optiskt ella eisini velja eina samanseting av navigatiónskorti og miðlavísing – í flottum grafikki og við animatiónum.

Raddarvirkni

Raddarstýringin bíðar bert eftir tínum boðum

Við intuitivum raddarvirkni (eykaútgerð) kanst tú stýra radionum, telefonini, luftskiftisskipanini og navigatiónsskipanini í tínum Golf við røddini. Við røddini er tað møguligt at velja útvarpsstøð, finna eina adressu úr adressubókini – ella telefonnummarið hjá viðkomandi, tú vilt seta teg í samband við.

Head-up-display

Hygg eftir vegnum

Tú kanst hava yvirlit yvir teimum týdningarmestu upplýsingunum og samstundis hyggja eftir vegnum, har tú koyrir: Tað er stóri fyrimunurin við head-up-skíggjanum (eykaútgerð) í tínum Golf. Tú kanst fáa upplýsing um ferð, fráboðan frá føraraassistentskipanini ella navigatiónsleiðbeining upp á framrútin. Tað sýnda er týðiligt enntá móti ljósinum. Tá tú ikki hevur brúk fyri hesum eyka skíggjanum, kanst tú bara sløkkja hann.