Grand California
Kom eftir tí víða frælsinum: Í tí nýggja Grand California 600 og tí nýggja Grand California 680.
Summi rópa tað útlongsil. Onnur rópa tað ævintýrahug. Men í roynd og veru kann tað gera tað sama, hvussu vit rópa tað. Tí at øll ferðahugað vita tað: Longsulin eftir ókendari leið. Mótviljin ímóti at leggja alt til rættis. Trongdin eftir bara at lata fara og fylgja kallinum úr óbygdum. Í áratíggju hevur California umboðað júst hetta frælsið. Stóribeiggin, tann nýggi Grand California, hevur uppaftur meiri frælsi at bjóða. Tí við honum hevur tú altíð títt egna væl útgjørda feriuheim við køki, kømrum og brúsibað við tær. Her fært tú allar upplýsingar um títt nýggja heim á hjólum og áhugaverd ferðaprei um eina ógloymandi feriu. Væl gagnist!
Grand feriu ferðir tvey
Summi halda parferiu. Onnur halda familjuferiu. Summi vilja hava so nógv pláss sum til ber – onnur raðfesta sovipláss. Tann nýggi Grand California fæst í tveimum variantum, so tú fært títt perfekta feriuheimið. Og so hóskar hann til allar ferðir og alla tilveru.
Pláss til alt og øll
Tann nýggi Grand California 600
Jú fleiri passaserar, jú betri verður ferian. Tí hevur tann nýggi Grand California 600 ikki bara eina rúmliga tvørsong upp á 195 x 140 cm. Tað eru eisini tvær hugnaligar hásengur við uml. 170 cm liggilongd í takumráðnum (eykaútgerð). Soleiðis er pláss fyri fýra ferðandi og alt teirra viðføri upp á 6 m longd og upp í 3,10 m hædd.
Komfort á fýra hjólum
Tann nýggi Grand California 680
Hugni krevur pláss – og tað syrgir tann nýggi Grand California 680 fyri.
Við longdini 6,80 m og hæddini 2,85 m hevur hann umframt eina stóra song aftan við 200 x 170 cm liggiflatu á nógvum goymsluplássi og rørslufrælsi. Soleiðis fáa øll ferðandi uppaftur meira pláss og komfort.
Fimm kømur geva eitt stórt heim
Í tí hugnaliga sovikamarinum kanst tú droyma teg langt burtur. Í køkinum fært tú gandað ymist krás fram. Í stovuni kunni tit flenna, tosa og eta saman. Í baðirúminum byrjar dagurin í friði og náðum. Og har ímillum fáa tit verið í fríluftsrúminum. Brúkið tíð saman – ella verið einsamøll hvør sær. Tað er bara best innanfyri sínar egnu fýra veggir! Tí syrgja ymisk tilhaldsøki í tí nýggja Grand California fyri, at tú kennir teg heima allastaðni í verðini.
Stórt sovikamar
Vilt tú sova høgt, tvørturum ella eftir longdini? Her sova øll væl
Álvaratos – vit vilja helst øll sova í okkara egnu song. Koddin er mjúkur upp á tann heilt rætta mátan. Og madrassan fjaðrar akkurát, sum tú vilt hava tað. Tí er títt heilt egna sovipláss innbygt í tað rullandi feriuheimið. Tann nýggi Grand California 600 hevur tvær hugnaligar hásengur (eykaútgerð) undir eini stórari taklúku og eina rúmliga tvørsong til fýra persónar. Og í tí nýggja Grand California 680 syrgir ein stór song eftir longdini fyri uppaftur meira komfort. Góða nátt!
Stórur køkur
Tann besta matin gera vit sjálv
Skeljadjór á bryggjuni, har útróðrarmaðurin frá morgunstundini selur sína nýveidda fong. Appilsinir, sum vit sjálv henta í teirri lítlu lundini aftanfyri næsta bóndagarðin. Tomatir, ið anga av sólskygdum suðurlondum. Hvør tímir at fara út at eta, tá ið tað besta krásið er beint uttanfyri dyrnar? Takkað veri ein fult útgjørdur køkur við gasskomfýri, handvaski, køliskápi og ov mikið av plássi fáa vit í tí nýggja Grand California sjálv gjørt okkum lokalar rættir.
Stórt bað
Vøsk, bað, tokki
Hevur tú bara eina ferð á miðjari nátt roynt skinkla út á vesið, veitst tú, at tað er einki serliga hugaligt. Líka so lítið sum køld felags brúsibað. Ella pláss, har tað hvørki er eitt ella annað. Tú vilt hóast alt hava tað eitt sindur høgligt í feriuni. Tí er tað gott, at tann nýggi Grand California hevur eitt fullfíggjað brúsibað. Vit síggjast ongantíð aftur, kampingbaðihús!
Stór stova
Tann deiligasti stevnustaðurin úr Viðareiði til Italia
Stovan er miðdepilin í øllum heimum. Hóast vit fara hvør til sín, hittast øll aftur her. Í Grand California er ein modernað dinetta við góðum plássi til spæl, film, prát og bara at vera saman. Tað er hóast alt tað, sum tað ræður um í feriuni.
Stórt fríluftskamar
Trínið út undir opnan himmal
Tá ið sólin skínur allan dagin, kvøldini kunnu ikki gerast nóg drúgv, og vit sjálvt um náttina ikki hava brúk fyri meira enn einari tunnari troyggju, eru vit ongantíð ov nógv úti. Tí hevur tann nýggi Grand California uppaftur meira pláss: Tú skalt bara koyra tað elektriska trinið út og brúka plássið uttanfyri sum eitt hugnaligt fríluftskamar, við ella uttan kampingmøblar.
Grand elektriskt
Gjøgnumhugsað niður í minsta vinkul.
Undirhald allastaðni
Grand kontroll
Við einum einasta taki kanst tú stilla tað, ið ger kamping so einastandandi: Tað gjøgnumhugsaða handfaringarkonseptið til tann nýggja Grand California byrjar við eini høvuðseind við touchpad til at stýra tær ymsu funktiónirnar í kabinuni og heldur fram við ymsum geymaportrum og el-samanbindingum.
Undirhald allastaðni
Grand kontroll
Við einum einasta taki kanst tú stilla tað, ið ger kamping so einastandandi: Tað gjøgnumhugsaða handfaringarkonseptið til tann nýggja Grand California byrjar við eini høvuðseind við touchpad til at stýra tær ymsu funktiónirnar í kabinuni og heldur fram við ymsum geymaportrum og el-samanbindingum.
Longu umborð: Grand standardútgerð
Vit vilja, at tú skalt kunna rokna við tínum Volkswagen Vinnubili. Tí hava vit inkluderað komfort, trygd og álit á standardútgerðina. Sama hvat av okkara modellum, tú velur.
Grand Heim
Longu við sum standard í tí nýggja Grand California 600
• Kompaktur autokampari við multifunktiónskabinu
• Tvørsong við 195 cm x 140 cm liggiflatu til tvey vaksin
• Køkur við gasskomfýri, vaski og 70 l-køliskápi
• Luft- og vatnvarmi við gassi
• Nógvar geyma-, 12-V- og 230-V-stikkdósir í tilhaldsøkinum
• Komplett bað við brúsubað og toiletti
• Feskvatntangi 100 l, spillivatntangi 90 l
• Mát uttan: Longd 600 cm, breidd 183 cm, hædd 303 cm
Grand Hotel
Longu við sum standard í tí nýggja Grand California 680
• Makligur autokampari við 80 cm longri tilhaldsøki
• Song eftir longdini við 200 cm x 170 cm liggiflatu til tvey vaksin
• Nógv goymslurúm, skáp og goymslupláss
• Køkur við gasskomfýri, vaski og 70 l-køliskápi
• Luft- og vatnvarmi við gassi
• Nógvar geyma-, 12-V- og 230-V-stikkdósir í tilhaldumráðnum
• Komplett bað við brúsubað og toiletti
• Feskvatntangi 100 l, spillivatntangi 90 l
• Mát uttan: Longd 680 cm, breidd 183 cm, hædd 285 cm