Tú kanst byrja við einum CO2–neutralum umhvørvisroknskapi
Vit hava sett okkum fyri, at vit vilja handa tær ID.3 við einum CO2-neutralum umhvørvisroknskapi. Fyri at tú frá byrjan av kanst koyra við einum neutralum CO2-roknskapi, lækka vit og sleppa okkum undan CO2 í framleiðsluni, fyrst og fremst við ymiskum tiltøkum, sum tú kanst lesa meira um her.
Eitt av tiltøkunum er at nýta grøna elorku bæði til framleiðsluna av battaríum og á verksmiðjuni í Zwickau, har ID.3 verður framleiddur. CO2-útlátið, ið ikki slepst undan – frá framleiðslu til útflýggjan av bilinum til kundan, og sum verður roknað út eftir tí serstaka umhvørvisroknskapinum – verður javnað við góðkendum verkætlanum at verja veðurlagið. Til teir fyrstu ID.3-bilarnar eru váttanir frá verkætlanini fyri skógarvernd, “Kantingan Mentaya,” nýttar. Tær eru góðkendar sambært “Verified Carbon Standard” (VCS) og “Climate, Community & Biodiversity Standard” (CCB).
Elektriski mobiliteturin hevur harumframt góð líkindi fyri at minka um CO2-útlátið í nýtsluumfarinum nærum niður í null: við miðvísari løðing við grønum streymi. So verjan av veðurlagnum liggur í tínum hondum!