ID.3 Neo
Tað rætta slagið av nýggjum.
Reint snið. Sterk gerandislig avrik. Uppliv nýggja ID.3 Neo nú!
Tann nýggi ID.3 Neo útstrálar nýggja ID.-sniðmálið – nútímans, reint og høgt sjálvsálit. Í kabinuni tryggjar ein eksklusivur stemningur við stórum skermum og intuitivum rakstri ein høgan komfort. Kraftmikil eltøkni, langt koyristrekki og stuttar løðisteðgir gera koyringina einfalda og avslappaða.
Nøkur hæddarpunkt
Eksteriør
Reint snið. Nýhugsað.
Við sínum reina, harmoniska úttrykki og sjálvstøðuga karakteri sendir tann nýggi ID.3 Neo eitt greitt signal um hvat nýggja sniðmálið til ID.-modellini inniber. Karosserilitta takið og baklúkan, umframt nýggja sniðið framman við ómakaleyst integreraðum LED-forlyktum, leggja dent á nútímans stílin. Alt eftir útgerðarstøðinum, varpa ein áfallandi ljósundirskrift og upplýst Volkswagen-logo ljós á eyðkenda sniðið.
Allir lutfallir av nýggja ID.3 Neo eru væl samskipaðir: gronin, síðulinjan og reyvin leggja seg natúrliga saman og geva bilinum eina sjálvvissa útsjónd. Ymiskar støddir av alufelgum hava við sær ymisk sniðeyðkenni – og nýggju 20″ “Zwickau” alufelgurnar, sum eru standard til 79 kWh battaríið, fáast sum valmøguleiki frá Life-stigi og uppeftir. Við nýggja eksteriørlitinum “Norwegian Sea Blue”, sær ID.3 Neo uppaftur reinari, nútímans og sjálvvissur út.
Interiør
Set teg inn og njót komfortin.
Nýggi ID.3 Neo heldur eisini tær reinu linjurnar í kabinuni og kemur tí nýggju ID.-sniðgevingini til lívs – við einum serstakum og eksklusivum karakteri. Tilfarið er valt væl fyri at skapa ein hugnaligan og dygdargóðan stemning. Alt er greitt og intuitivt at reka, so tú følir teg skjótt heima í ID.3 Neo.
Róðrið, við flatum toppi og botni, liggur ergonomiskt í hondini og er útgjørt við fysiskum knøttum. Serligi formurin tryggjar, at tú altíð fært eitt týðiligt útsýni yvir nýggja 26 cm (10,2″) IQ. Cockpit driver display’ið, har allar týðandi upplýsingar verða savnaðar beint framman fyri teg. Klimastýringin við fysiskum knøttum ger koyringina eyka lætta í gerandisdegnum.
Fínt struktureraðar detaljur og mjúkar yvirflatur á hurðum og instrumentbretti geva eina hugnaliga kenslu í kabinuni. Fýra el-rútar og eitt faldbart miðarmlen við góðum goymsluplássi stuðla enn meira undir komfortin.
Løðing og koyrivídd
Skjót løðing. Langir teinar.
Takkað verið effektivari drívmegi og skilagóðari orkustýring, fær nýggi ID.3 Neo eina koyrivídd á upp til 626 km, alt eftir battarístødd. Tá tú ert á ferð og hevur brúk fyri stuttum løðisteðgum, kann ID.3 Neo løðast frá 10% til 80% uppá umleið 26–29 minuttir við at brúka ein DC-snarløðara. Alt eftir modellvarianti, er møguligt at fáa løðiorku upp til 105 kW ella 183 kW.
Samband
Volkswagen app
Knýt teg saman við tín bil.
Kanna hvussu nógvir km eru eftir av battaríi, um ljósini eru sløkt, um rútar eru uppi og hurðar eru stongdar, og síggj tíni aktuellu løðingarhagtøl. Halt eyga við tínum bili – bæði heima og á ferð – við Volkswagen appini og VW Connect nettænastunum.
Navigatión og undirhald á netinum
Kom trygt fram við okkara nettænastum.
Online navigatión ger, at tú kemur meira avslappað fram – uttan mun til broytt ferðsluviðurskifti. Fylg tínari leið enn betur við Google Satellite Maps. Okkara víðkaða úrval av In-Car Apps, sum eisini fevnir um nógvar kendar appir frá samstarvsfeløgum, gevur bæði ítøkiligar funkur og eyka undirhald. Við “VW Comfort & Entertainment” kanst tú brúka upp til 20 GB av data um mánaðin.
Talgildur lykil
Ger tína snildfon til ein billykil.
Tú kanst læsa, læsa upp og starta tín Volkswagen umvegis Wallet appina á tínari kompatiblu snildfon við Digital Key fyrireiking (eykaútgerð). Tú kanst eisini lætt og trygt deila lyklar við onnur, um tú vilt deila bilin við vinir, familju ella starvsfelagar.
Funkur, ið kunnu virkjast seinni
Hvat við eini uppgradering?
Dagfør funktiónirnar á tínum Volkswagen – eisini eftir keypið. Nógvar gagnligar funkur kunnu fleksibelt virkjast sum dagføringar seinni. Sí ávísu møguleikarnar í In-Car Shop, í Volkswagen Connect Shop og í Volkswagen appini.
Android Auto og Apple CarPlay
Spegla tínar appir frá tínari snildfon.
Stroym tónleik, ring ella brúka navigatión: Við App-Connect kanst tú brúka tínar vanligu snildfon-appir beinleiðis á bilskerminum.