ID.7
Fyri meira frælsi. Tann til fulnar elrikni ID.7
Við tí nýggja til fulnar eldrivna ID.7 kemur Volkswagen við eini nýggjari allýsing av framløgum í samband við elektriska koyring. Í tí til fulnar eldrivna ID.7 fært tú langt koyristrekki, skjóta løðing, rúmlig plássviðurskifti og logiska skerm- og knappastýring til nýggjan premiumstandard hjá Volkswagen.
Tann nýggi ID.7 er Ársins Firmabilur í Danmark 2024
Eitt nevningating av professionellum firmabilførarum frá fakfelagnum Business Danmark og motorjournalistum frá Jyllands-Postinum hevur kosið ID.7 til Ársins Firmabil 2024.
Pláss, komfort og langt koyristrekki eru afturvendandi argument hjá nevningalimunum, tá tey taka saman um hví tey valdu ID.7 sum vinnara.
Meira um tann nýggja ID.7
Løðing og elektriskt koyristrekki
Skjót løðing. Long koyring.
Við tí nýggja ID.7 koyrir tú óheft av battarínøgdini reint elektriskt upp til 700 km (WLTP), og harvið kanst tú koyra, so at siga, har tær lystir uttan steðg. Tú kanst upp frá 10 til 80 % uppá minni enn hálvan tíma og sostatt kemur tú skjótt í snúningar aftur – og kanst koyra longri við tí mest effektiva bilinum í klassanum: Takkað verið framkomnari battarístýring og aerodynamiskum sniði, hevur tann nýggi ID.7 eina streymnýtslu á einans 13 kWh/100 km.
ergoActiv Premium-setur við massasjustýring og dynamiskari klimastýring
Sit behagiligari. Kom meira avslappaður fram.
Tú situr, sum tú hevur reitt: sera behagiligt og avslappað á teimum nýmentu ergoActive Premium-setrunum (eykaútgerð) í tí nýggja ID.7. Massasjustýringarnar við síðumassasju – og nú fyri fyrstu ferð eisini kokuaktivering – seta gongd í blóðrenslið og loysa upp fyri spentum vøddum og kunnu sostætt økja um tína vælveru – serliga á longum biltúrum. Massasjufunktiónin verður sett í gongd við programmstýrdari trýstuppbygging og -útjavnan í luftbobblum, ið eru integreraðar í polstringina á ryggleninum og nakkapútuni.
Panoramaglastak við Smart Glas
Smartir horisontar
Elektriska panoramaglastakið við Smart Glas í tí nýggja ID.7 (eykaútgerð) býður uppá eitt himmalskt útsýni. Tann stóri glasflatin virkar ikki bara sum eygnariv – við at strúka fingurin eftir einum funktiónsflata í loftinum, ella við raddarstýring, kanst tú lætt velja um tú vilt hava glasið gjøgnumskygt ella óskygt. Ljósstreymurin verður stýrdur við elektrokromatiskum spenningi.