• Volkswagen
    ID. Buzz

ID. Buzz er klárur at lýsa framtíðar mobilitetin

Her hava vit nýggja ættarliðið av mobiliteti: Tann nýskapandi ID. Buzz. Tað er tann fyrsti, fullkomiliga elektriskt bygdi minibussur frá Volkswagen: fleirvirkin, fult uppsettur og alt nýhugsað. Ein elektriskur minibussur til familjur, vinir og avbjóðingar í gerandisdegnum – eisini á smáum vegum og trongum gøtum í býnum. Royn nú tað framsýnta sniðið á ID. Buzz, sum sameinir kompakt mát við rúmd og nýskapandi tøkni. Uppliva eina nýggja lýsing av, hvussu kenslan viðv. plássi er við einum interiøri, sum partvís er samansett av endurnýttum tilfari. Tú verður heilt víst hugtikin av teimum rúgvismiklu uppsetingarmøguleikunum og teimum talgildu eindunum, sum t.d. tað snilda ID. Light. Tað er lætt at verða sannførdur um elektriska mobilitetin í nýggja ID. Buzz.

Tøkni, hentleikar og samanhangur

Eitt nýskapandi plásskonsept

Uttan og innan: Ein nýggj fyrimynd fyri plásskenslu.

Royn umhvørvistilvitandi mobilitet í felagskapi: Sjálvt um tú koyrir við allari familjuni ella er á útferð við vinfólki – og um tú koyrir í býnum ella millum bygdir: Tann nýggi ID. Buzz er fleirvirkin og fjøltáttaður. Hann er nýtiligur í gerandisdegnum og høgligur – eisini vegna tann lítla vendidiameturin á gott 11 m. Vegna fulla gagnnýtslu av plássi, hevur plásssparandi og heilt nýmenta kabinukonseptið nógv pláss til beinini. Tey høgligu setrini í ID. Buzz, sum kunnu stillast, kunnu nýtast eftir skiftandi tørvi. Sjálvt við øllum ferðafólkunum í minibussinum, hevur tann útgávan, sum hevur 5 setur, nógv pláss til viðføri, – vegna eina viðførisrúmd á upp til 1.121 litrar aftan fyri aðru rekkju av setrum.*

*Mátið er galdandi upp á yvirtromina á baksetrinum.

ID. Buzz Box

Pláss til alt: mobilt goymslupláss til túrarnar

Halt skil á upp á tann lætta mátan: Tann stóra ID. Buzz Boksin er ein smidlig eind í einum framtíðarsniði, har tú lættliga og munadygt fært pláss til øll tey ting, sum tú hevur brúk fyri til  virksemið í bilinum í gerandisdegnum – á ein snildan hátt: Millum førarasetrið og framsetrið við síðuna av. Vatnfløskur, sólbrillur og onnur ting eru løtt at fáa fatur á, tá tey liggja í teirri fleirvirknu, goymsluboksini, sum kann takast úr – og tú kanst sjálvandi eisini taka hana út við tær úr bilinum, tá tú hevur steðg. Hentleiki á ferðini: Umframt skuffur við nógvum goymsluplássi, hevur tann mobila ID. Buzz Boksin eisini ein upptrekkjara og ein ísskavara, sum er ein nátúrligur partur í ovasta goymslurúminum. Tá boksin er tikin út, sleppur tú harafturat lættliga til alt har afturi í kabinuni, og tað verður samstundis smidligari pláss millum framsetrini. Góð nýtsla av plássinum.

Infotainment

Vælkomin í talgilda heimin

Talgilt cockpit, netsamband, flytførar nettænastur og raddarstýring í samkervinum – í hesum nýggja ID. Buzz fært tú eitt høgt støði av teirri mest nýmótans tøknini. Í cockpittinum í ID. Buzz er eitt goymslurúm til næstan alt – eisini til tína snildfon, sum við eykaútgerð kann løðast induktivt í rúminum. Vegna App-Connect kanst tú makliga flyta tónleik, ljóðbøkur ella tíðindi frá tínari snildfon til tann 30,5 cm (12’’) stóra fingraskíggjan (eykaútgerð) í litum til upplýsingarskipanina, haðani tú kanst avgreiða nógvar funktiónir, sum t.d. DAB+-radio. Tær snildu tænasturnar frá We Connect3 knýtir tín ID. Buzz við upplýsingarheimin og broytir tína snildfon við We Connect ID.-appuni til eina fjarstýring. So hevur tú altíð yvirlit yvir bilin og kanst enntá hava samband við og halda skil á nøkrum eindum, sjálvt um tú ikki ert í bilinum. Í samanseting við tey mongu USB-C-stykkini (eykaútgerð), hevur ID. Buzz m.a. nógvar frálíkar íbindingarmøguleikar og undirhald.

Ljósdesign

Nýmótans ljós, sum hevur eitt samskifti við teg

Nýmótans ljósdesign hevur ein týðandi leiklut í dámliga fyribrigdinum hjá ID. Buzz-modellinum. Tá ið bilurin er útgjørdur við lási- og startskipanini Keyless Access (eykaútgerð) og tú kemur gangandi móti bilinum við lyklinum uppi á tær, so flyta LED-Matrix-framlyktirnar (eykaútgerð) seg við elstýring niðrifrá og uppeftir og tendra – eitt vinarligt “blunk við eygunum” at bjóða tær vælkomnum. Síðani verður tú ikki bara boðin vælkomin av tí samvirkna ID. Light í kabinuni við ljóstekni og einum varisligum ljóði, – tað tekur sær eisini av at leiða teg enn og lættari gjøgnum ferðsluna í sambandi við navigatiónsskipanina (eykaútgerð). Meðan tú koyrir, seta teir 10 standardlitirnir í ambienteljósinum (ella sum eykaútgerð 30 ymiskir litir) ein hugaligan dám á við óbeinleiðis ljósinum. Tað ber til at velja tveir litir samstundis. Ljósmegin verður stillað fyri seg og hvør sær fyri fýra ymisk øki. ID. Buzz syrgir fyri ljósi í myrkri við ‘coming & leaving home-skipanini: Tá tú kemur til bilin ella ert á veg burtur frá honum, fært tú ljós á vegin frá framlyktunum og frá eini ljósframvarping. Nýskapandi ljóstøknin í ID. Buzz hevur alla tíðina við sær smá ljóspunkt í gerandisdegnum.

Halt sambandið við We Connect í ID. Buzz

Hví eigur tú at gera We Connect virkið? Og hvat er fyrimunurin í roynd og veru við We Connect? Tað vilja vit fegin kunna teg meira um. Tað eru nevniliga nógvar góðar grundir at gera We Connect virkið í ID. Buzz.

Í videobrotinum fært tú meira at vita um, hvørjar funksjónir tú hevur at ráða yvir, tá tú setur We Connect í gongd í tínum nýggja ID. Buzz.