ID. Cross
Bygdur við eldhuga. Tann nýggi fult elektriski ID. Cross.
Tann nýggi ID. Cross vísir júst hvussu fjølbroyttur ein kompaktur, fult elektriskur SUV kann vera. Hansara “Pure Positive” snið gevur bilinum eina nútímans útsjónd, við reinum linjum, javnavigaðum lutfalli og fyrstafloks detaljum. Hann bjóðar eisini nóg mikið av plássi, yvirskipaðari komfort og væl umhugsaðar funktiónir til lívið á ferð – alt frá høgari sleipiorku og eyka goymsluplássi til el-setur við massagufunktión.
Hansara langa koyrivídd og skjótu løðimøguleikar geva tær hópin av frælsi. Fyrstafloks kabinan við knøttum við taktilum afturmeldingum og intuitivum stýringum skapar ein hugnaligan stemning, eisini á longum ferðum. Ítøkiligar hjálparskipanir, sum gera koyringina tryggari og betur, runda pakkan av.
Útgerð og snið
Eksteriør
“Pure Positive”-sniðgevingarmálið hjá Volkswagen myndar ID. Cross í einum nútímans SUV-formi. Reinar linjur, fyrstafloks detaljur og javnvigað lutfall geva bilinum eina sjálvvissa útsjónd. Slankar, høgt monteraðar forlyktir, saman við valfríum ljósstrimlum við upplýstum Volkswagen-búmerki framman og aftan, gera bilin sera eyðkendan.
ID. Cross vísir eisini nógvan karakter frá síðuni. A-, B- og C-stólpar í háglans svørtum, takboylar og sniðlutir á C-stólpanum (eykaútgerð), geva bilinum eina kraftmikla silhuettu. Robustar hurðar og hjólkassar undirstrika SUV-karakterin. 20″ alufelgur (eykaútgerð) fullføra kraftmiklu útsjóndina. Men hann er fram um alt praktiskur: Stórar bakhurðar gera tað lætt at stíga inn á baksetrini.
Interiør
ID. Cross ger tínar biltúrar hugnaligar heilt frá byrjan av. 10,2″ (26 cm) stóri Digital Cockpit Pro skermurin og sentrali 12,9″ (32,7 cm) stóri fingraskermurin hava gott yvirlit og eru lættir at stýra. Fysiskir knappar undir miðskerminum, ljóðstyrkisstýring og multifunktiónsróður geva lætta atgongd til lyklafunktiónir – einfalt og intuitivt. Miðarmlen við goymslurúmi gevur tær pláss til alt, sum tú vilt hava, meðan tú koyrir.
Fylg ljósinum
ID. Light hjálpir tær fram á leið í útgerðarlinjuni ‘Style’ við greiðum, intuitivum ljóssignalum – t.d. tá tú brúkar “IDA” ræddarhjálparan, tekur ímóti uppringingum ella fylgir boðum frá hjálparskipanum. Í samband við navigatiónsskipana (eykaútgerð) supplerar ljósstrípan vísingina á skermunum í kabinuni við greiðum rætningsimpulsum, og ger tað soleiðis lættari at navigera, meðan tú koyrir.
Ljósstrípan gongur víðari út í forhurðarnar, har hon kann geva eyka sjónligar ávaringar – eitt nú tá ið farið verður úr bilinum, um ein bilur ella súkkla nærkast aftanífrá. Hetta tryggjar, at viðkomandi upplýsingar eru sjónligir beinanvegin, tá tørvur er á teimum.
Sit væl
Forsetrini við 12-vegis el-innstilling (eykaútgerð) í ID. Cross gera tað lætt at finna ta perfektu sitistøðuna og tey bjóða tær enntá eina pneumatiska lendamassasjufunktión við trimum forritum, sum veitir týðiliga størri komfort bæði á styttri og longri ferðum. Sum eykaútgerð kann førarasetrið goyma tína yndis sitistøðu við at brúka eina minnisfunktión.
Koyr við fríum útsýni yvir himmalin
Panoramatakið (eykaútgerð) gevur ljós, opinleika og eina serstaka kenslu av rúmligheit til ID. Cross. Stóri glasflatin strekkir seg langt aftur í bilin og gevur eisini ferðafólkunum aftanfyri útsýni yvir himmalin.
Tónaða glasið tryggjar eina hugnaliga kenslu, sjálvt í sólríkum veðri. Um tú ynskir meira skugga, kanst tú bara lata el-drivnu rullugardinuna aftur.
Síggj og verð sæddur
IQ.LIGHT LED-Matrix-forlyktir (eykaútgerð) íroknað 3D-LED-baklyktir við ljósstrípu, sum bindur for- og baklyktirnar saman, økja um sjónleikan og skapa eina markanta optiska fatan, styrkt uppaftur meir av teimum upplýstu Volkswagen-búmerkjunum.
Betraða ljóseffektin á koyriljósinum imponerar serliga í myrkri og í vánaligum veðri, stuðlað av ljósi til ringt veður, sum kastar eina breiða og stutta ljóskeylu. Ljósbýtið er optimerað gjøgnum miðvísa aktivering og deaktivering av einstøkum LED-segmentum. “Dynamic Light Assist” fjarljósstýringin lýsir vegin frammanfyri uttan at blenda mótkoyrandi ferðafólk.
Onnur hæddarpunkt fevna um ljósanimatiónina, sum bjóðar tær vælkomnum og biður tær farvæl, umframt 3D-koyriljóssignaturin.
Samband
Volkswagen app
Knýt teg saman við tín bil.
Kanna hvussu nógvir km eru eftir av battaríi, um ljósini eru sløkt, um rútar eru uppi og hurðar eru stongdar, og síggj tíni aktuellu løðingarhagtøl. Halt eyga við tínum bili – bæði heima og á ferð – við Volkswagen appini og VW Connect nettænastunum.
Navigatión og undirhald á netinum
Kom trygt fram við okkara nettænastum.
Online navigatión ger, at tú kemur meira avslappað fram – uttan mun til broytt ferðsluviðurskifti. Fylg tínari leið enn betur við Google Satellite Maps. Okkara víðkaða úrval av In-Car Apps, sum eisini fevnir um nógvar kendar appir frá samstarvsfeløgum, gevur bæði ítøkiligar funkur og eyka undirhald. Við “VW Comfort & Entertainment” kanst tú brúka upp til 20 GB av data um mánaðin.
Talgildan lykil
Ger snildfonina til tín billykil.
Tú kanst læsa, læsa upp og starta tín Volkswagen umvegis Wallet appina á tínari kompatiblu snildfon við Digital Key fyrireiking (eykaútgerð). Tú kanst eisini lætt og trygt deila lyklar við onnur, um tú vilt deila bilin við vinir, familju ella starvsfelagar.
Funkur, ið kunnu virkjast seinni
Hvat við eini uppgradering?
Dagfør funktiónirnar á tínum Volkswagen – eisini eftir keypið. Nógvar gagnligar funkur kunnu fleksibelt virkjast sum dagføringar seinni. Sí ávísu møguleikarnar í In-Car Shop, í Volkswagen Connect Shop og í Volkswagen appini.
Android Auto og Apple CarPlay
Spegla tínar appir frá tínari snildfon.
Stroym tónleik, ring ella brúka navigatión: Við App-Connect kanst tú brúka tínar vanligu snildfon-appir beinleiðis á bilskerminum.