ID. Tiguan
Tann nýggi, fult elektriski ID. Tiguan.
So nýggjur. So væl kendur.
ID. Tiguan vísir, hvussu fjølbroyttur ein fult elektriskur SUV kann vera: við einum eyðkendum sniði, góðari rúmd og langari koyrivídd, sum hóskar seg væl til longri túrar. Í modernaða førararúminum gera tveir stórir skermar tað lætt og natúrligt at stýra bilinum. Við eykaútgerð ber eisini til at fáa ein nýggjan skerm til forsetrið hjá ferðafólkinum, sum gevur eina enn størri talgilda uppliving.
Meira útsjónd, meira pláss, fleiri møguleikar.
Eksteriør
Alt er nýtt. 100 % Volkswagen.
ID. Tiguan hevur eitt greitt, kraftmikið og nútímans snið. Tann eyðkenda gronin, væl javnvigaðu lutfallini og tær neyvu linjurnar geva bilinum eina trygga og sjálvsikra SUV-útsjónd. Ljósmyndin á gronini setur dám á fyrstu ásjónina, meðan LED-baklyktirnar føra sama snið víðari aftur eftir bilinum. Frá Style-útgávuni eru Volkswagen-logoini bæði framman og aftan upplýst og geva bilinum eitt eyka serligt eyðkenni.
Interiør
Meira komfort. Fleiri møguleikar.
Í kabinuni sameinir ID. Tiguan lætta og greiða stýring við eyðsýndum komforti. Stórir skermar geva tær gott yvirlit, eksklusivt tilfar skapar eina hugnaliga og innbjóðandi kenslu, og taktilir knappar gera tað lætt og ómakaleyst at stýra bilinum. Sum eykaútgerð kann ferðafólkið á forsetrinum eisini fáa sín egna skerm – til dømis til undirhald, appir ella at leggja koyrileiðina til rættis.
Útgerð og snið
Sleipikrókur
Til tín, sum hevur stórar ætlanir.
Við sleipikrókinum (eykaútgerð) vísir ID. Tiguan sínar fjølbroyttu nýtslumøguleikar. Sama um tú skalt hava kampingvognin, bátin ella súkklurnar við á túrin, er bilurin klárur til uppgávuna.
Alt eftir útgávu kann hann draga viðfestivognar við einari vekt upp á heili 2.000 kg og hevur eina loddrætta last á upp í 90 kg – so tú fært alt tað við tær, sum tú hevur tørv á til næsta túrin.
Rúm
Pláss framman. Pláss aftan. Pláss til meira.
ID. Tiguan hevur hópin av goymsluplássi, sum ger gerandisdagin lættari. Viðførisrúmið tekur upp í 534 litrar. Við Cargo-pakkanum (eykaútgerð) verður viðførisrúmið enn meira fleksibult. Pakkin fevnir um eina variabla botnplátu, eitt viðførisnet og eitt 230 V streymúttak. Á tann hátt kanst tú eisini lættliga veita streym til elektrisk tól, meðan tú ert á ferð. Eitt eyka viðførisrúm undir hjálminum (frunk) við umleið 32 litrum gevur tær harumframt pláss til alt tað, sum annars ikki fær verið í viðførisrúminum.
Samband
Volkswagen app
Knýt teg saman við tín bil.
Kanna hvussu nógvir km eru eftir av battaríi, um ljósini eru sløkt, um rútar eru uppi og hurðar eru stongdar, og síggj tíni aktuellu løðingarhagtøl. Halt eyga við tínum bili – bæði heima og á ferð – við Volkswagen appini og VW Connect nettænastunum.
Navigatión og undirhald á netinum
Kom trygt fram við okkara nettænastum.
Online navigatión ger, at tú kemur meira avslappað fram – uttan mun til broytt ferðsluviðurskifti. Fylg tínari leið enn betur við Google Satellite Maps. Okkara víðkaða úrval av In-Car Apps, sum eisini fevnir um nógvar kendar appir frá samstarvsfeløgum, gevur bæði ítøkiligar funkur og eyka undirhald. Við “VW Comfort & Entertainment” kanst tú brúka upp til 20 GB av data um mánaðin.
Talgildur lykil
Ger tína snildfon til ein billykil.
Tú kanst læsa, læsa upp og starta tín Volkswagen umvegis Wallet appina á tínari kompatiblu snildfon við Digital Key fyrireiking (eykaútgerð). Tú kanst eisini lætt og trygt deila lyklar við onnur, um tú vilt deila bilin við vinir, familju ella starvsfelagar.
Funkur, ið kunnu virkjast seinni
Hvat við eini uppgradering?
Dagfør funktiónirnar á tínum Volkswagen – eisini eftir keypið. Nógvar gagnligar funkur kunnu fleksibelt virkjast sum dagføringar seinni. Sí ávísu møguleikarnar í In-Car Shop, í Volkswagen Connect Shop og í Volkswagen appini.
Android Auto og Apple CarPlay
Spegla tínar appir frá tínari snildfon.
Stroym tónleik, ring ella brúka navigatión: Við App-Connect kanst tú brúka tínar vanligu snildfon-appir beinleiðis á bilskerminum.