Kamiq
Tá ið tú veitst, hvat passar tær best
Møt tí spildurnýggja KAMIQ, tí fyrsta crossover hjá ŠKODA. Tú verður alt fyri eitt drigin at tí eyðsædda djarva sniðinum, ið sameinir praktiskan, rúmligan býarbil við fyrimunum við einum SUV. Tú vilt ómakaleyst hevja teg upp um allan gerandisskundin í býnum, meðan tú fært gagn av teimum umfatandi komfort funktiónunum og framkomnu sambindingunum. Hesin lítli, haldgóði býarbilurin, ið veruliga er pengarnar verdur, verður tær ein góður makkari, sama um tú ert í parlagi ella hevur familju, ella um tú leitar eftir einum bili at hava aftrat.
Brúka hann til at røkka tínum framburði
KAMIQ er ein urban SUV, ið hevur allan fyrimun við einum SUV í einum markantum ŠKODA-sniði við eyðkendum dynamiskum formum og broysknum kanti. Perfekt hjá teimum, ið skapa sítt egna rák í staðin fyri at jagstra nakað annað.
Sjálvtreysti
Styrki og dirvi koma altíð innanífrá. Soleiðis er eisini við KAMIQ, sum upp á ein perfektan máta sameinir tað kensluliga lødda sniðið bæði innan og uttan. Ergonomiurin í tí attraktiva interiørinum er framvegis perfektur, og passaserarnir eru umgyrd av frálíkum tilfari.
Urbant yvirlivilsisútgerð
Tað kann vera ein avbjóðing at klára seg allastaðni gerandis. Fyri at kunna klára tað er KAMIQ útgjørdur við okkara allarbestu útgerð, so at tú tekur allar avbjóðingar við einum brosi.
Hátrygd
Sum við øllum ŠKODA-modellum, so hevur trygdin hægstu raðfesting í KAMIQ, sum kann verða útgjørdur við heilum níggju airbags inklusivt einum knæairbag og mongum framkomnum føraraassistentskipanum sum t.d. Side Assist og Crew Protect Assist.
Loysnir beint við hondina
Unikkar Simply Clever-loysnir eru eitt eyðkenni hjá ŠKODA. Her er talan um avanseraðar loysnir, ið gera tær dagin lættari, og tær eru allastaðni í KAMIQ. Kom og síggj!
Ein fusión av innovatión og stíli
Tað stóra úrvalið av lættmetalfelgum úr 16” til 18” verður supplerað av innovativum aero-designdetaljum, ið eru optimeraðar til minimala luftmótstøðu.