• Škoda Kodiaq

  • Škoda Kodiaq

Tín nýggi rannsóknar­felagi

Bilurin eigur at vera annað heimið hjá familjuni á vegnum. Ein samstarvsfelagi at rannsaka heimin saman við. Eitt amboð til at gera títt lív snildari. Alt hetta megnar Škoda Kodiaq. Og meira afturat.

Nøkur hæddarpunkt

Sportsligt og kraftmikið snið

Tættar, elegantar linjur saman við sermerktum ljóssignaturi, svørtum elementum úr edlum plasti og felgum upp til 20″ gera Kodiaq til ein robustan, men tó dynamiskan og elegantan bil við einum tíðarleysum sniði.

Ein ógvuliga rúmlig og nýskapandi kabina

Hevur tú stóra familju ella nógvar vinir? Tað er eingin trupulleiki. Kodiaq bjóðar ikki bert nógv kabinupláss til upp til sjey fólk – hann hevur eisini nýmótans tøkni, óteljandi íbindingar­møguleikar og eina rúgvu av nýskapandi loysnum.

Komfort á einum nýggjum støði uttan mun til støðuna

Umframt rúmligu kabinuna bjóðar Kodiaq eitt breitt úrval av komfortfunktiónum, sum hjúkla um teg á hvørjum biltúri. Massasjusetrini og 3-sonu klimaskipanin tryggja, at tú ongantíð aftur verður troyttur eftir ein biltúr.

Trygd fram um alt

Tíðarleyst snið og komfort eru fantastisk, men tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum á vegnum, er trygdin hjá okkum sjálvum og teimum rundan um okkum. Upp til níggju airbags, ein røð av framkomnum førarahjálparskipanum og eCall gera Kodiaq til ein tryggan bil í øllum støðum.

Nýggjastu tøknina við fingrarnar

Tær nýtist ikki at halda teg aftur, tá tað kemur til tín nýggja bil. Kodiaq er fullur av nýggjastu tøknini, og ger tað hann til ein framúr fylgisneyta á vegnum, í off-road umstøðum og í meira avbjóðandi lendi.

Tær mest framkomnu førarahjálpar­skipanirnar

Travel Assist

Travel Assist tekur lutvíst yvir stýringina av bilinum fyri at gera koyringina lættari hjá tær.

Lætt at parkera

Parkering hevur ongantíð verið lættari. Tú skalt bara trýsta á tann rætta knøttin ella við tíni snildfon.

Trygdarskipanir

Nýmótans skipanir til tína trygd á vegnum.

LED-lyktir

Slóðbrótandi LED-lyktirnar geva eitt betri ljós og innihalda ymiskar trygdarfunktiónir.