Kodiaq
Tín nýggi rannsóknarfelagi
Bilurin eigur at vera annað heimið hjá familjuni á vegnum. Ein samstarvsfelagi at rannsaka heimin saman við. Eitt amboð til at gera títt lív snildari. Alt hetta megnar Škoda Kodiaq. Og meira afturat.
Nøkur hæddarpunkt
Sportsligt og kraftmikið snið
Tættar, elegantar linjur saman við sermerktum ljóssignaturi, svørtum elementum úr edlum plasti og felgum upp til 20″ gera Kodiaq til ein robustan, men tó dynamiskan og elegantan bil við einum tíðarleysum sniði.
Ein ógvuliga rúmlig og nýskapandi kabina
Hevur tú stóra familju ella nógvar vinir? Tað er eingin trupulleiki. Kodiaq bjóðar ikki bert nógv kabinupláss til upp til sjey fólk – hann hevur eisini nýmótans tøkni, óteljandi íbindingarmøguleikar og eina rúgvu av nýskapandi loysnum.
Komfort á einum nýggjum støði uttan mun til støðuna
Umframt rúmligu kabinuna bjóðar Kodiaq eitt breitt úrval av komfortfunktiónum, sum hjúkla um teg á hvørjum biltúri. Massasjusetrini og 3-sonu klimaskipanin tryggja, at tú ongantíð aftur verður troyttur eftir ein biltúr.
Trygd fram um alt
Tíðarleyst snið og komfort eru fantastisk, men tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum á vegnum, er trygdin hjá okkum sjálvum og teimum rundan um okkum. Upp til níggju airbags, ein røð av framkomnum førarahjálparskipanum og eCall gera Kodiaq til ein tryggan bil í øllum støðum.
Nýggjastu tøknina við fingrarnar
Tær nýtist ikki at halda teg aftur, tá tað kemur til tín nýggja bil. Kodiaq er fullur av nýggjastu tøknini, og ger tað hann til ein framúr fylgisneyta á vegnum, í off-road umstøðum og í meira avbjóðandi lendi.

Tær mest framkomnu førarahjálparskipanirnar
Travel Assist
Travel Assist tekur lutvíst yvir stýringina av bilinum fyri at gera koyringina lættari hjá tær.
Lætt at parkera
Parkering hevur ongantíð verið lættari. Tú skalt bara trýsta á tann rætta knøttin ella við tíni snildfon.
Trygdarskipanir
Nýmótans skipanir til tína trygd á vegnum.
LED-lyktir
Slóðbrótandi LED-lyktirnar geva eitt betri ljós og innihalda ymiskar trygdarfunktiónir.