• Volkswagen
    Polo

Polo. Fleiri sereyðkenni.

Hvør sigur, tú ikki kanst vænta tær serlig eyðkenni í einum minni bili? Royn framsøkna sniðgeving og intelligenta tøkni í Polo.

Sniðgeving

IQ.LIGHT – LED-Matrix-forlyktir

Eyguni lýsa við fyrsta eygnabrá

Longu við fyrsta eygnakast sært tú ta ektaðu vøruna, sum er at fáa sum eykaútgerð* til Polo: Tær nýskapandi IQ.LIGHT-LED-Matrix-forlyktirnar. Matrix-tøknin gevur tær møguleika at koyra við fjarljósi alla tíðina uttan at blinda mótkoyrandi.** Tað, sum vekir áhugan á frontinum, má sjálvsagt ikki mangla aftan: Pakkin fevnir um LED-baklyktir (eykaútgerð) við animeraðum bremsuljósum og integreraðum, dynamiskum blunkljósum, sum vísa rætningin við eini flótandi ljósrørslu.

*Standardútgerð til útgerðargreinina Polo Style og Polo GTI

**Innan karmarnar í skipanini.

Eksteriør

Eyðkent fyri Polo, egin sjóndareyðkenni

Við síni samanriknu stødd og sínum serligu sniðgávum hevur Polo persónligheit við fyrsta eygnakast. Her er nýsniðgivni fronturin við LED-ljósstrípuni millum forlyktirnar samansett við IQ.LIGHT-LED-Matrix-forlyktunum (eykaútgerð) serliga eyðsýndur. Hyggur tú nærri at honum, eru tað ikki bert litirnir, sum kunnu laga seg eftir einstaklingstørvi. Allar fýra útgerðargreinirnar – Polo, Life, Style og R-Line bergtaka við teirra egnu eyðkennum. Til dømis prýðiligir krom-staklutir og onnur sereyðkenni, ið kunnu veljast, sum t.d. kontrastlitir til takið ella tokuforlyktir. Hvør er tín yndislutur…?

Interiør

Víðfevnandi útgerðin

Sjónskur bæði uttan og innan. Polo vekir undran longu sum standard við einum stórum úrvali av útgerðarmøguleikum, sum t.d. tað greidliga Digital Cockpit, lívgandi aircondition-skipanin og útvarpstólið Composition við talgildari radiomóttøku DAB+ og telefoninterface. Um tú vilt hava eitt sindur meira, sum t.d. títt egið Digital Cockpit Pro, sum kann stillast, eina aircondition-skipan Climatronic, sum kann verða lagað intuitivt eftir touchflatum – ella um tú vilt hava ambienteljós..? Tað er eingin trupulleiki, tí alt hetta er, treytað av útgerðargreinini, antin ein partur av standardútgerðini ella er at fáa sum eykaútgerð. Hygg eftir útgerðargreinunum Polo, Polo Life, Polo Style og Polo R-Line.

Panorama-vippu-/-skjótisóltak

Opið fyri fleiri upplivingum

Við teirri ómetaliga stóru glasflatuni, sum er í fullari breidd av tekjuni, virkar tað elektriska panorama-vippu-/-skjótisóltakið (eykaútgerð) í sær sjálvum sum eitt eygnafang. Tað gevur meira av ljósi í kabinuni, og so kanst tú eisini njóta fría útsýnið til himmals. Tá sóltakið er opið, eru fríar ræsur til sól og fríska luft. Tú gert sjálvur av, hvussu nógv tú vilt hava av hesum: Takið kann standa á klemm ella standa heilt opið. Tónaða glasið og rulligardinan í høgari góðsku tryggja, at tað altíð er ein passaligur temperaturur í bilinum, eisini tá sólin skínur bæði oman og niðan.

Talgildir hentleikar

Talgilt cockpit

Yvirlit yvir týdningarmiklar upplýsingar

Kombiinstrumentið Digital Cockpit er standardútgerð í Polo og vísir tær tað klassiska innihaldið, sum t.d. speedometur og kilometurteljara á einum 8” (20,32 cm) stórum litskýggja við høgari upploysing. Við Digital Cockpit Pro* kann tað, sum verður víst á tí 10,25” (26,04 cm) stóra skíggjanum, verða lagað eftir tínum persónligu ynskjum. Tú kanst t.d. velja at fáa víst tínar føraraassistentskipanir bara optiskt ella tú kanst eisini velja eina samanseting av navigatiónskorti og miðlavísing – alt í stórbærum grafikki og við animatión.

*Eykaútgerð í Polo Life, Polo Style og Polo R-Line

BeatsAudio™-ljóðskipan

Hevur tú brúk fyri bassi?

Høvuðtelefonmerkið Beats by Dr. Dre er heimskent. Tað eru teir somu ljóðserfrøðingar, sum eisini framleiða BeatsAudio™-ljóðskipanina, sum er at fáa sum eykaútgerð til Polo frá útgerðargreinini Life. Seks fullkomiliga samstillaðir hátalarar geva eitt framúrskarandi ljóð, sama hvar tú situr í bilinum, og frálíki subwoof’arin sendur sínar eyka djúpu basstónar beinleiðis í búkin á tær. Allir hátalararnir eru settir í ein 8-rása-forsterkara við 300 W.

Íbindingarmøguleikar

Meira enn bits og bytes

Íbindingarmøguleikar frá Volkswagen geva tær meira av hentleikum, trygd og undirhaldi. Sambandið við internetið og snildfonina í tínum Polo hevur við sær, at tú kemur meira avslappaður fram á mál – men tú skalt framvegis sjálvur koyra bilin.

Tøkni og tænastuskipanir

Føraratænastuskipanir

At koyra Polo ber av øllum

Polo er frá útgerðarfrábrigdinum Life sum standard útgjørdur við koyribreytartænastuni “Lane Assist.” Ein annar partur av standardútgerðini er neyðbremsutænastan “Front Assist,” sum skrásetur gongufólk og akfør og bremsar sjálvvirkandi í eini neyðstøðu fyri at tálma vanlukkuni – ella í besta falli heilt at forða fyri vanlukkuni.* Harumframt eru nakrar aðrar tænastuskipanir eisini at fáa til Polo – millum annað “IQ.Drive Travel Assist,” sum nærum stýrir bilinum av sær sjálvum.*

*Innan karmarnar í skipanini. Bilførarin skal altíð vera til reiðar at ógilda tænastuskipanina og sleppir ikki undan síni ábyrgd at koyra álítandi.

Miðstaðarstoytpúta

Tí trygdin umfatar øll

Umframt tær vanligu stoytpúturnar kann miðstaðarstoytpútan í Polo vera ein vernd móti samanbresti millum føraran og persónin á hinum forsetrinum.* Harumframt eru tað eisini tvær høvuðsstoytpútur í bilinum, sum í samband við eina vanlukku breiða seg út sum gardinur og fjala allar rútarnar á allari síðuni báðumegin – og B-stólpan eisini. Tískil eru øll, sum eru í bilinum, væl vard – eisini tey á baksetrinum.*

*Innan karmarnar í skipanini.

Val av koyriprofili

Lagar seg eftir tínum koyrimáta

Við vali av koyriprofili* er Polo neyvstillaður perfekt til tín. Alt eftir, hvat ið er mest týdningarmikið fyri teg. Tú velur – við at trýsta eina ferð við fingrinum – tann koyriprofil, sum tú ynskir, og beinanvegin verða drivlinja, stýrigreiður og enntá skiftipunktini (í samb.v. dupultkoplingsgearkassan DSG) tillagað av sær sjálvum. Á tann hátt finnur tú røttu koyringina til tín.

  • Eco: til koyring við mest møguligari sparing av brennievni
  • Normal: til túrar í gerandisdegnum frá A til B
  • Sport: til sportslig avrik við samsvarandi snúningstali
  • Individual: til tínar egnu møguleikar við samansetingum

*Er at fáa sum ein partur av sportspakkanum, sum er eykaútgerð til Polo Style og standard í Polo R-Line.