Q4 e-tron
Letur upp sinnið. Víðkar sjónarringin.
Virkisførur og sportsligur
Tað progressiva interiørið í Audi Q4 e-tron ber brá av tøkniligari nýmenning – og at vera sportsligt og virkisført.
Tá hugt verður frameftir
Greiða sniðgevingin á Q4 e-tron hevur ein eyðkendan stíl við sær, tá talan er um elriknan mobilitet í framtíðini. Við einum týðiligum fronti og ímyndini av kraft aftan.
Løðing á ein lættan hátt
Við teirri mobilu og smidligu e-tron-løðiskipanini verður bilurin løddur har heima á ein lættan og lagaligan hátt. Allastaðni, har tað er ein stikkdós. Og skjótari løðing við sambærum ídnaðarstikkdósum.
Meira av sportsligum koyrieginleikum
Sportsbotnurin (eykaútgerð) við meira dynamiskari fjøður-stoytdoyvara-samanseting og lækking av botninum við 15 mm, gevur meira beinleiðis samband við farbreytina.
Eitt bergtakandi sjóndareyðkenni
Audi Q4 e-tron er við útgerðarpakkanum ‘edition one’ ein bilur, sum bergtekur, longu meðan hann bara stendur stillur.
Hugtakandi framtíðarútlit
Reina sniðgevingin av Audi Q4 e-tron hevur ein eyðkendan stíl við sær fyri elriknar bilar í framtíðini. Við tí týðiliga frontinum og ímyndini av kraft aftan hevur bilurin sera spennandi sniðgeving. Framúrskarandi profilmyndin og sveimandi taklinjan eru eyka íkast til spennandi sniðið á Audi Q4 e-tron.
Framtakshugað sniðgeving
Audi Q4 e-tron ber framtíðar mobilitet út á farbreytina. Fullkomiliga elrikin, livandi og fult nýtiligur í gerandisdegnum.
Framtakshugað fyriskipan
Val millum fýra koyriljóstekin um dagin, samansett við dynamiskari ljósuppseting, sýnir á undranarverdan hátt ljóstøknifrøði, sum røkkur langt inn í framtíðina.
Highlight aftan á bilinum
Við eini dynamiskari ljósuppseting er alt ljósbandið á stórfingnan hátt sum ein progressiv yvirlýsing.
Sportsligur allur sum hann er
Her snýr alt seg um eitt sportsligt fyribrigdi, nevniliga við 21” lættmetalfelgunum frá Audi Sport i 5-egað rotor-aero-design, svartar, blankpussaðar*. Tað eru sjálvandi eisini aðrar lokkandi felgur at fáa til Audi Q4 e-tron.
*Blankpussaðar, poleraðar ella partvís poleraðar lættmetalfelgur mugu ikki nýtast í kuldaveðri um veturin. Yvirflatan á felgunum hevur av framleiðsluávum ikki nóg góða verju móti tæring og kann fáa varandi skaða av vegsalti o.l.