• Audi Q5

Meira enn bert ein SUV – Audi Q5

Tann nýggi Audi Q5 er ein samanrenning millum tann sportsliga Audi Avant og ta stóru gagnnýtsluna í gerandisdegnum, sum Audi Q5 hevur. So skjótt tú sært hann, verður tú hugtikin av nýggju, sportsligu sniðgevingini – og dynamikkurin gevur eina serliga koyrigleði vegna quattro-fýrahjólsdráttin.

Sniðgeving, sum gevur gásarhold

Sniðgevingin á nýggja Audi Q5 bergtekur við sportsligum eindum og eini útstráling, sum ber av øllum. Skarpleidda sniðið framman við høgum luftventilum og flatari, breiðari, áttakantaðari kølaraverju við loddrættum lamellum, gevur eina mynd av eyðsýndum sjálvtykki. Nýggja sniðið við panellistunum hevur optiskan lættleika og fríhædd við sær. Nýggjar 17″ og 21″ felgur úr lættmetali seta ein enn størri sportsligan dám á. Trapetsskapað útstoyt, diffusor við innleggum tvørturum og kromlisti undir lyktunum í fullari bilbreidd, skapa eina samfelda eind í dynamisku sniðgevingini. Svarti optikkpakkin setur ein eyka livandi dám á við svartlakeraðum økjum á serliga eyðsýndum sniðeindum framman, aftan og á síðunum.

Nýggir ljóstættir

Sundurbýtið av OLED-ljósunum í smáar, serstakt virknar partar við trídimensionellum staðsetingum, gevur møguleikar fyri nøkrum stórfingnum ljóssamansetingum. Tú kanst keypa bilin við trimum ymiskum, persónligum sniðgevingum viðv. frámerkjum í baklyktunum. Treytað koyrihugburð verður eyðkennismyndin á baklyktunum automatiskt lagað eftir, hvat tú gert. Digitalu OLED-baklyktirnar hava nærleikamáting¹: Tá bilurin stendur stillur og ein annar bilur ella onnur ferðandi koma nærri aftanífrá og koma inn um tveir metra frástøðu, gerast allir OLED-partarnir virknir av sær sjálvum og skapa ein sjónliga størri flata.

Bergtakandi koyridynamikkur

Tann nýggi Audi Q5 hugtekur við spontanari, máttmiklari akselerasjón og kvikum koyrieginleikum – vegna kraftagóðar TFSI- og TDI-motorar. Sum standardútgerð havur hann fulla, variabla quattro-drívlinju. Tað gevur eitt lutfalsligt býti av dráttarmegini á teimum einstøku hjólunum lagað eftir tørvi. Mekaniska sperrivirknið er lagað eftir serstakliga góðum koyridynamikki og skiftir ótarnað dráttarmegina millum forás og bakás. Tað hevur eitt framúrskarandi vegfesti við sær og eitt fyrsta floks rætningsstøðufesti. Tann elektroniskt stýrda luftfjaðranin við stigleysari, adaptivari stoytdoyvaraskipan á øllum fýra hjólum stýrir automatiskt hæddini og stoytdoyvingini á bilinum. Harumframt ger ‘Audi drive select’ tað gjørligt at justera serligu eyðkennismyndina á bilinum, alt eftir, hvat tú hevur hug at leggja dent á.

Gerandisdagur á hægsta stigi

Samansetingin av stødd, veitingarmátti og virkisføri eru eyðkennandi fyri tann nýggja Audi Q5 sum ein fyrsta floks SUV til gerandisdagin. Funksjónir, sum eru lættar at passa, gera tað eisini lættari at hava tamarhald á øllum avbjóðingum í gerandisdegnum á besta hátt. Stólaryggurin á baksetrinum í tí nýggja Audi Q5 er býttur upp í tríggjar partar, og hann kann sum eykaútgerð flytast í longdarrætning og stillast í halli. Skynsamar loysnir sum t.d. ein mátta við broytiligum fellimøguleikum (standardútgerð), sensorstýring (eykaútgerð) á elstýrdu baklúkuni umframt manuell lækking við luftfjaðranini ‘adaptive air suspension,’ sum er eykaútgerð, ger tað lættari at lessa og tøma viðførisrúmið.

Nógv rásarúm fyri tann einstaka

Stórfingin plássviðurskifti við nógvum plássi til fimm fólk, umframt ivaleyst av plássi til bæði høvdið og beinini. Tann høga sitistøðan gevur tær eitt gott yvirlit yvir ferðsluna. Vatnrættu linjurnar draga fram ta myndina, tú fært av breidd og komfort. Í fullari breidd av instrumentpanelinum situr ein trídimensionellur prýðislisti, sum fullfíggjar snotiligu heildarmyndina. Valmøguleikarnir við eykalutum til setrini røkka enntá so langt sum til vøddamýking. – Í myrkri seta ambienteljósini ein eyka fjálgan dám á – er at fáa sum standard í útgerðarpakkanum ‘Interieur design selection.’

Leiting er ein farin tíð

Samband við umheimin – ein sjálvfylgja í Audi Q5. Við ‘Online-points of interest’ kanst tú síggja bensinstøðir ella parkeringshús nærhendis – beinleiðis í navigatiónsskipanini. Umframt upplatingartíðir, hvussu tað er atkomandi og prísir. ‘Online-ferðsluupplýsingar pluss³’ kunnu – vegna sera nágreiniligar dátur um ferðslustøðuna, bíðirøðir, forðingar og loysing av bíðirøðum –  hjálpa tær við at finna skjótastu farleið á mál. Við ‘myAudi-navigation³’ kanst tú leggja til rættis leiting av ferðamáli og leiðvísing beinleiðis á tínari smartphone. Tá tú setur bilin í gongd, verða dáturnar fluttar skjótt og lagaligt til navigatiónsskipanina hjá bilinum og halda fram har. Tá tú fert úr bilinum, fer leiðvísingin automatiskt yvir á tína smartphone, sum so leiðir teg síðsta pettið á mál.

Lat Audi Q5 vísa hvør dugur er í sær