Elektriskur. Og fullur í frálíkum smálutum.
Audi e-tron hevur livað upp til leiklutin, sum oddabilur í fullelektriska klassanum. Tí er hetta rætta løtan, at hann tekur sítt modellnavn ímillum hini Audi modellini í rekkjuni – sum Audi Q8 e-tron.
Takkað verið størri battaríorku og øktari løðieffekt, kann ein Audi Q8 55 e-tron quattro t.d. koyra upp til 576 km uppá eina battaríløðing.
Tú kanst løða tín Audi Q8 e-tron við fleiri ymiskum løðiloysnum – bæði heima og á ferð. Við High Power Charging-løðistøðum gongur tað nú upp aftur skjótari takkað verið øktari løðieffekt á upp til 170 kW.
Audi Q8 e-tron er tann fyrsti bilurin við tí nýggja navnamerkingsátakinum, sum m.a. kemur til sjóndar við Audi ringum í nýggjum formi og modellmerking á B-stólpunum.
Interiørið býður tær vælkomnan við útvaldum tilfari, eksklusivum smálutum og eini ørgrynnu av Audi connect-tænastum, sum t.d. Onlinemediastreaming.
Fullelektriska fýrahjulstrekkið regulerar permanent og fullkomiliga skiftandi tað ideella býtið av dráttarmegini ímillum báðar akslarnar. Reaktión, sum á einum snarljósi og mikil neyvleiki. Fyri góðan koyristabilitet og suverent vegatak.