Ein liðiligur SUV, ið lagar seg eftir tínum ynskjum

Nýggi T-Cross er í allar mátar ein allroundari: Hann hugtekur ikki bara við sínum markanta og dynamiska sniði, men eisini við síni liðiligheit. Teir mongu sjálvsøkjandi møguleikarnir geva tær meira frælsi – til spontan ítriv, longri ferðir ella tann fjølbroytta gerandisdagin.

Í allar mátar nakað serligt

Nýggi T-Cross er líka fjølbroyttur sum tey menniskju, hann er bygdur til. Menniskju, ið ikki vilja læsa seg føst í nakað. Tí tey eru meira, vilja meira – og fáa meira. Lat teg tøla av einum bili, sum ikki kann setast í bás, og sum er nakað heilt serligt í øllum viðurskiftum. Júst sum tú.

Eksteriør

Hugtakandi øðrvísi. Undranarvert kul

Eitt eyðsýnt estetiskt snið og ein duldur dámur av elegansu eyðkenna útsjóndina. Við T-Cross 1st Edition fært tú ikki bara eina flotta útsjónd, tú prógvar eisini, at tú hevur ein frálíkan smakk.

Interiør

Líka fjølbroyttur sum tín persónligheit

Hæddarpunktini í kabinuni umfata multifunktiónsleðurróður, passasersetur, ið kann leggjast niður, og baksetur, ið kunnu førkast og býtast sundur. 3D-prýðisíklæðið gevur eisini interiørinum ein dám av marglæti.

T-Cross – myndasavn