Kompaktur á nýggjum stigi

Sportsligur. Fleksibul. Komfortabul. Kom og uppliv tann nýggja T-Roc!

Hestakreftir

110-150 hk

Orkunýtsla

17,9-18,2 km/l

CO2-útlát

126-128 g/km

Viðførisrúmd

475 l

Nøkur hæddarpunkt

Eksteriør

Sjálvsikkur niður í minstu detalju

Tann nýggi T-Roc útstrálar enn meira karakter: 12 cm longri enn forgangarin, virknari gron, markantari kúfangarar og kraftmiklar linjur. Progressiva, ikoniska silhuettan verður upphevjað enn meira av alufelgum upp til 20″.

LED Plus-forlyktir, ljósstrípu og upplýst Volkswagen-logo framman og aftan eyðkenna sermerkta ljóssignaturin hjá nýggja T-Roc. Við IQ.LIGHT LED Matrix for- og baklyktunum í sniði við 3D-íblástri, fært tú enn betri útsýni og stílfullar detaljur bæði dag og nátt.

T-Roc setur eisini nýggjar standardir, tá tað snýr seg um tilfar: Tann nýggi T-Roc brúkar upp til 40 kg av endurnýtslutilfari.

Vel ímillum fýra variantar – Trend, Life, Style og R-Line – og tillaga tín T-Roc við valfríum útgerðarpakkum, sum passa til tín persónliga stíl.

Interiør

Stílfult sofistikeraður

Innrættingin í nýggja T-Roc sameinir nútímans sniðgeving við einastandandi funktionaliteti. Rúmligt beinpláss á baksetrunum og eitt imponerandi viðførisrúm upp til 1.350 litrar (tá setrini eru faldað saman) geva nógv pláss til bæði gerandisdagin og frítíðina. Miðarmlenið við 5,5 litrum av goymsluplássi stuðlar undir eyka komfort.

Tann sentrali 12,9″ nertiskíggin gevur intuitivan rakstur av navigatións-, miðla- og bilfunktiónum. Yvirflatar, sum eru lutvíst klæddar við toyi, stemningsljós í 30 litum, upplýst hurðapanelir, setur í ArtVelours í litunum Soul Black ella Mistral Gray og 3-sonu Climatronic klimaskipan skapa ein hugnaligan stemning.

Style-varianturin bjóðar eisini høgan sitikomfort á longum túrum við ergoActive førarasetri við lutvíst el innstilling og massasjufunktión. Massasjufunktiónin kann eisini brúkast á passasjersetrinum. Harumframt ger rygglenið á forsetrinum, sum kann leggjast heilt saman, tað møguligt at koyra við langum og stórum lutum.

Panoramaglastak

Himmalskt útsýni

Panoramaglastakið við vippu- og skjótifunktión fevnir um næstan alt takið og gevur eisini ferðafólkunum aftan eitt næstan óavmarkað útsýni yvir himmalin. Tónaða glasið tryggjar tekkiligan temperatur, tá sólin skínur.

Tørvar tær eitt sindur av eyka frískari luft? Fremra helvtin av takinum kann latast upp ella skjótast heilt yvir aftara partin.

Koyriupplivingarstýring

Ein nýggj koyriuppliving – við at trýsta á ein knøtt

Við koyriupplivingarstýringini kanst tú lættliga broyta koyriháttin á tínum T-Roc – frá komfort til sport og aftur. Tú kanst eisini tillaga innstillingarnar og skraddaraseyma tær til tín tørv.

Við Atmospheres-funktiónini kunnu fleiri innstillingar tillagast samstundis: frá stemningsljósi til musikkavspæling og einstakar vísingar í Digital Cockpit Pro.

Myndasavn