• Volkswagen
    Taigo

Eitt serstakt eyðkenni. Hvønn dag.

Tann nýggi Taigo er til øll tey, ið seta sína egnu kós. Sum ikki lata seg ávirka, men flyta seg, so sum teimum hóva. Sum ikki bara hava ein ávísan stíl – men eisini sítt serstaka lyndiseyðkenni. Sum síggja tað óvanliga í gerandisdegnum. Taigo hevur sítt serstaka eyðkenni. Hvønn dag.

Snið

R-Line

Serstakliga sportsligur

Til øll, sum dáma væl tað sportsliga, kemur tann nýggi Taigo sum R-Line við úrvalsútgerð og við sniðgávu-, heintleika- og tøkniupplivingum, sum hevur eina serstaka útsjónd við sær – bæði uttan og innan.

Sniðgevingin “Black Style”

Set ein serstakan dám á tín bil

Fyri okkara kundar, sum leggja dent á tað sportsliga, verður sniðgevingin “Black Style” til R-Line júst tann rætta. Við henni leggur tú afturat tínum Taigo: 18” lættmetalfelgurnar “Misano” og síðuspegl-hylki í svørtum, útstoyt í trapetsskapi umframt kølaraverjulistar, sum eru svartir sum náttin. Tónaðu síðurútarnir og tónaði bakrúturin fullfíggja útjóndina á bilinum.

Takpakki

Dámar tær væl mótsetningar?

Tann nýggi Taigo sameinir sterk mál og stórfingna sniðgeving á besta hátt. Tú gert sjálvur av, hvussu tað skal síggja út. Hvat sigur tú t.d. til eitt svart tak samsvarandi svartlakkeraðum síðuspegl-hylkjum? Takpakkin er at fáa sum eykaútgerð til útgerðargreinina Style – íroknað tónaðir síðurútar og tónaðan bakrút.

Frontur

Eitt nýtt andlit

Longu við fyrsta eygnakast er Taigo sportsligur og nýmótans. Ein optisk uppliving: Snøgga LED-ljósglæman, sum spennir um allan frontin til Volkswagen-búmerkið, teingir hana saman við tær tilhoyrandi IQ.Light-LED-Matrix-forlyktirnar* við einum bergtakandi ljósfrámerki. Tokuforlyktirnar eru feldar inn í síðuna av tí breiða kúfangaranum.

*Eykaútgerð til útgerðargreinina Life, vanligur útbúnaður í útgerðargreinunum Style og R-Line.

Bilurin aftan

Á ein og hvønn hátt sigandi

Sneiðandi sniðgevingin aftan við nýmótans bakljósfrámerkinum er eisini sportslig. Coupé-sniðgávan verður eyka týðilig vegna smølu, myrkareyðu LED-baklyktirnar við gjøgnumførdari ljósrípu – og vísir frá tí eyðsýnda takkantinum og niður til tað dynamiska hekkuvelið, at tann nýggi Taigo eisini akkurát sum einki leggur gerandisdagin afturum.

Interiør

Talgilt cockpit

Yvirlit yvir tað, sum er týdningarmikið

Á vegnum snýr tað seg um at hava ans fyri tí, sum hevur týdning. Kombiinstrumentið Digital Cockpit er standardútgerð og vísir tær tað klassiska innihaldið, sum t.d. ferðmátaran og kilometrateljaran á einum 26,04 cm stórum litskermi við høgari upploysing. Við Digital Cockpit Pro kann sýningin á tann 26,04 cm stóra skermin laga seg eftir tínum persónligu ynskjum. Tú kanst t.d. velja at síggja tínar føraraassistentskipanir optiskt – ella velja eina samanseting av navigatiónskorti og miðlavísing – alt í flottum grafikki og við animatiónum.

Kabina

Innbjóðandi og nýskapandi

Kabinan í tí nýggja Taigo býður tær vælkomnum. Við einum úrvaldum softtouch-instrumentpaneli sum standard – og sum eykaútgerð enntá við litaðum, innfeldum prýði í útgerðargreinini Style. Frá útgerðargreinini Life kanst tú lættliga løða tíni tól á baksetrinum í USB-støðini í miðarmhvíldini millum forsetrini. Harumframt vísir fleirvirkisrattið í leðri, sum er standardútgerð frá útgerðargreinini Life, at alt í hesi kabinuni er í einum dagførdum lívsstíli.

Ambienteljós

Setur títt cockpit í rætta ljósið

Tað óbeinleiðis ljósið í teimum fremstu handtakunum, prýðislistunum í hurðunum og instrumentpanelinum, sum er standardútgerð í útgerðargreinini Style og R-Line, setur ein fjálgan dám á kabinuna. Har er eisini nakað fyri eygað at skoða: LED-lesilampurnar framman og aftan, sum eru at fáa sum standardútgerð frá útgerðargreinini Life, umframt LED-fótrúmsljósið, sum við standard í útgerðargreinini Style og R-Line gevur eitt yvirlit, tá farið verður inn í bilin.

Hentleikar

Tráðleys løðing

Hevur tú ongan løðikaðal? Tað er eingin trupulleiki

Hevur tú altíð ein løðikaðal hjá tær, tá fartelefonin manglar streym á ferðini..? Í tí nýggja Taigo nýtist tær ikki at hugsa um tað. Tú skalt bert leggja tína fartelefon í fremsta goymslurúmið, har hon verður lødd tráðleyst. Tað er tó ein treyt, at hon riggar við QI-standard, og at tú frá útgerðargreinini Life hevur valt DK-Komfortpakkan.

Atgongd uttan lykil

Taigo, lat upp!

Nú nýtist tær ikki longur at leita eftir billyklinum í buksu- ella jakkalumma – ella í taskuni: Bara tú hevur lykilin við tær og ikki ert longur burtur frá tínum Taigo enn 1,5 m, kanst tú sum ein part av DK-Komfortpakkanum automatiskt lata hurðar og baklúku upp – reinur gandur. Tær nýtist heldur ikki lykilin at seta motorin í gongd. Tað verður einfalt gjørt við bert at trýsta á ein knøtt. Og um Keyless Access ikki virkar, so er tað tí tú ikki hevur lykilin við tær. Hann liggur kanska heima á køksborðinum..?

Bakkimyndatólið

Bakka á ein framskygdan hátt

Bakkmyndatólið RearView (íroknað DK-pakkanum frá útgerðargreinini Life) íroknað reingerðarfunktión gevur tær yvirlit, tá tú bakkar: Á skíggjanum í infotainment-skipanini sæst økið aftan fyri bilin, sum myndatólið avmyndar. RearView vísir harumframt hjálparlinjur, sum ger tað lættari hjá tær at meta rætt um frástøðuna.