• Volkswagen
    Tiguan

Til øll lívsins ævintýr. Tann nýggi Tiguan.

Tann nýggi Tiguan imponerar við sínum eleganta og dynamiska eksterna sniði. Stór luftinntøk, ein kløn kølaragrill og eitt nýtt ljóssignatur mynda gronina. Flótandi linjur og máttmikil lutfall geva karossaríinum eina sportsliga skuggamynd.

Kabinan er eisini uppgraderað og bjóðar tær vælkomnan við slóðbrótandi útgerð og eykaútgerð, sum t.d. nýtt ambienteljós, ein stóran skíggja og eitt optimerað stýringskonsept, ið m.a. fevnur um ta intelligentu digitalu raddarstýringina.

Hæddarpunkt við tí nýggja Tiguan

Eksteriør

Imponerandi. Úr øllum vinklum.

Við tí sportsliga og markanta sniðinum í tí nýggja Tiguan, er tað við tað sama týðiligt, at talan er um ein SUV, ið er klárur til alt tað, sum gerandisdagurin hevur at bjóða. Ein skuggamynd myndað av máttmiklum lutfalli og dynamiskum linjum. Framsøkin sniðhæddarpunkt, sum t.d. nýsniðaða gronin við IQ.LIGHT-HD-Matrix-forlyktum (eykaútgerð), tann muskuløsa reyvin við LED-ljósstrípu og eitt úrval av nýggjum felgum, eru við til at undirstrika sín suverenitet. Stutt sagt: Tann nýggi Tiguan imponerar úr øllum vinklum.

Interiør

Stíg inn, og slepp gerandisdagin leysan

Tann nýggi Tiguan býður tær vælkomnan á einum hægri stigi! Fyrstafloks interiørið fevnur um:

  • Eitt multifunktiónsróður við touch-sensitivum knappum
  • Navigatiónsskipan Discover Pro Max (eykaútgerð) við 15” (31,1 cm) infotainmentdisplayi
  • Ein innbygdan teldilhaldara í miðarmleninum á baksetursraðnum
  • Ambienteljós sum eykaútgerð við upp til 30 litum og bakgrundsupplýstum dekorinnleggi í instrumentpanelinum og á hurðunum framman

Ein væleydnað samanrenning av framgongd og komfort: tann nýggi Tiguan.

IQ.LIGHT HD Matrix lyktir

Lýsur av eldhuga

Tær slóðbrótandi IQ.LIGHT-HD-Matrix-forlyktirnar á tí nýggja Tiguan lýsa av eldhuga, sjálvt tá ið bilurin stendur stillur, við yvir 19.000 LED-diodum.

Undir koyring kanst tú merkja eina markant betri koyriuppliving um náttina. Eitt nú kunnu onnur ferðandi og vegskelti avblendast uppaftur neyvari frá tínum langljósi. Harafturat kann tín Tiguan lýsa markeringar á vegin, sum kann hjálpa tær ígjøgnum smalar framviðkoyringar, eitt nú undir vegarbeiði, og betrar um útsýnið.

Ljósstrípur á kølaragrillini og á reyvini, dynamisk blinkuljós, umframt ljóskast av einum motivi frá síðuspeglunum framm við síðuni av bilinum, eitt Welcome & Goodbye-ljósspæl áðrenn og aftaná hvønn biltúr og upplýst hurðahondtøk, eru partur av einum imponerandi ljóssignaturi á tí nýggja Tiguan.

Koyriupplivingskontakt

Ein nýggj koyriuppliving við at trýsta á ein knapp

Ynskir tú at skifta frá sport til komfort og aftur í einum handarbragdi? Tað kanst tú lættliga við koyriupplivingskontaktini í tí nýggja Tiguan. Við at trýsta einaferð á knappin, kanst tú tillaga fleiri innstillingar samstundis – frá tí rætta hugnaljósinum til tónleikin til tín koyriprofil.

Eitt sindur sum um, at tú skifti tín Volkswagen út mitt undir koyringini.

Koyrir gott og parkerar sjálvur

Park Assist Plus

Tín Volkswagen við parkeringsassistentinum Park Assist Plus, sum eykaútgerð, varnast ikki bara um ein parkeringbásur er stórur nokk, tá koyrt verður framvið, hann parkerar eisini bilin fyri teg.

Við eini ferð á upp til 40 km/t skannar Park Assist Plus allatíðina eftir møguligum tøkum parallellum parkeringsbásum. Við eini ferð á upp til 20 km/t leitar hann eisini eftir tvørliggjandi parkeringsbásum. Tá ið tú hevur valt tær ein tøkan parkeringsbás, skalt tú bara tendra fyri parkeringsmannagongdini. Sjálva parkeringsstýringina klárar Park Assist Plus fyri teg. Í hesum sambandi yvirtekur bilskipanin bæði stýringina og handfaringina av spitara og bremsum. Tað einasta tú skalt gera, er at hava eftirlit við parkeringsstýringini og taka yvir, um neyðugt.

Og Park Assist Plus kann upp aftur meira. Skipanin kann eisini koyra bilin avstað aftur úr einum parallellum parkeringsbási. Hon kann eisini hjálpa tær, skuldi tú komi út fyri eini miseydnaðari parkering, við at taka yvir og stýra liðugt fyri teg.

Memoryfunktión til parkeringsassistentin

Parkeringsassistenturin kann, sum eykaútgerð, uppgraderast við eini memoryfunktión. Við hesum kanst tú læra tín Volkswagen at fremja heilt serstakar parkeringsstýringar. Eitt nú parkering í eitt bilaskýli ella í eina garasju. Tú skalt bara parkera tín Volkswagen ta einu ferðina og goyma parkeringsstýringina. Eftirfylgjandi klárar tín Volkswagen sjálvur at endurtaka lærdu parkeringina, hvørja ferð tú velur hana. Tú skalt bara hava eftirlit við stýringini. Tú kanst læra og goyma upp til fimm ymiskar parkeringsstýringar.

Park Assist Pro

Við Park Assist Pro hevur tú allar teir somu hentleikarnar, sum við Park Assist Plus, bara meira. Tú hevur eisini møguleika at stýra bilin í og út frá parkeringsbási umvegis tína snildfon. Fyri at kunna tað, skalt tú bara taka Park Assist Pro-appina niður á snildfonina.

Tá tín Volkswagen hevur funnið ein tøkan parkeringsbás, kanst tú stíga út og byrja parkeringsstýringina úti frá við snildfonini. Tú kanst eisini stýra bilin út aftur við snildfonini, so at tú sleppur undan at kroysta teg inn ímillum smølu parkeringbásarnar, fyri at sleppa inn í bilin.