Touareg
Hæddarpunkt – Touareg
HD-Matrix-forlyktir
Lýs har, tú veruliga fært brúk fyri tí
HD-Matrix-forlyktirnar geva tær ikki bara betri útsýni um náttina, men hjálpa tær eisini undir koyring. Tað eru ikki færri enn 19.000 ymiskar LED-diodur tøkar at lýsa í hvørjari forlykt.
Hendan tøknin ger at tín Volkswagen við tendraðum fjarljósi kann t.d. ljóskasta markeringar niður á vegin. Hetta betrar um útsýnið og kann hjálpa tær ígjøgnum smalar framviðkoyringar, eitt nú undir vegarbeiði. Harumframt betra HD-Matrix-forlyktirnar um virkisførið í Dynamic Light Assist. Tað hevur við sær, at onnur ferðandi og vegskelti avblendast uppaftur neyvari frá tínum langljósi. Tá tú opnar ella stongir bilin, útvega HD-Matrix-forlyktirnar eitt heilt serligt Welcome & Goodbye-ljósspæl.
HD-Matrix-forlyktir
Lýs har, tú veruliga fært brúk fyri tí
HD-Matrix-forlyktirnar geva tær ikki bara betri útsýn um náttina, men hjálpa tær eisini undir koyring. Tað eru ikki færri enn 19.000 ymiskar LED-diodur tøkar at lýsa í hvørjari forlykt.
Hendan tøknin ger at tín Volkswagen við tendraðum fjarljósi kann t.d. ljóskasta markeringar niður á vegin. Hetta betrar um útsýnið og kann hjálpa tær ígjøgnum smalar framviðkoyringar, eitt nú undir vegarbeiði. Harumframt betra HD-Matrix-forlyktirnar um virkisførið í Dynamic Light Assist. Tað hevur við sær, at onnur ferðandi og vegskelti avblendast uppaftur neyvari frá tínum langljósi. Tá tú opnar ella stongir bilin, útvega HD-Matrix-forlyktirnar eitt heilt serligt Welcome & Goodbye-ljósspæl.
Eksteriør
Ein sjálvsikkur útsjónd
Tann nýggi Touareg er ein SUV, ið livir upp til høgu krøvini – og vísir tað við einum markantum og framkomnum sniði. Tann undrunarsama og livandi gronin við eyðsýndu luftinntøkunum og tann máttmikla reyvin eru partur av sportsligu útstrálingini hjá Touareg. Lutfallsjavnvágin undirstrikar hansara elegansu – og tað sama við støddini, ið ger hann til ein hugnaligan makkara á vegnum.
Interiør
Set teg til rættis, og njót tað
Tá ið tú setur teg inn í ein Touareg, leggur tú beinavegin merki til tað stílreina sniðið í kabinuni. Ein elegant dupultseyming gongur eftir øllum instrumentpanelinum og yvir til ovasta partin av hurðaklædninginum. Dekorlistarnir úr aluminiumi ella træi við opnum poknum, umgirdir av ljóslinjum (eykaútgerð í Elegance), geva kabinuni ein elegantan dám. Eksklusivt tilfar, sum hóskar sera væl saman, er við til at tryggja ein hugnaligan stemning.