Fyrrverandi eigari av Bilasøluni fyrstur at ogna sær ID.3 í Føroyum.

Tróndur Sigurðsson handar her tann fyrsta Volkswagen ID.3 í Føroyum til Schumann Hjaltalin – fyrrverandi eigari av Bilasøluni.

Nýggi Škoda Octavia komin til Føroyar

Teir fyrstu bilarnir av spildurnýggju útgávuni av Škoda Octavia eru nú komnir til landið. Í fyrsta umfari er talan um tveir Octavia Combi, og í næstum koma Coupé útgávurnar eisini.

Kom og royn Škoda Octavia á Bilasøluni. Tú kanst eisini lesa meira um bilarnar her á síðuni.

KAROQ CELEBRATION

Í samband við at Škoda fyllir 125 ár, feira vit tað við einum CELEBRATION átaki.

KAROQ CELEBRATION byggjur uppá 4 motorar (2 bensin og 2 diesel) og 1 útgerðarstig (Style). Byrjunarprísurin er 386.000 kr.

Prísurin er tann sami, sum áður, men við CELEBRATION átakinum fært tú eykaútgerð fyri 44.000 kr. við í bilin uttan meirkostnað!

Eykaútgerðin (virði 44.000 kr.) er:

  • Style plus pakki:
    Amundsen navigatión
    El-baklúka
    Ferðsluskeltaafturkenning
    Multifunktiónsróður við hita
    Bakkamera
    Armlen við USB+230V stikki
    Parkeringsassistent
  • Skermkantverja
  • Digitalt cockpit
  • Metallakk

HB vælkoyrandi í 2020

P/F Bilasølan verður ein av høvuðsstuðlunum hjá HB í 2020.

Næstan ov gott til at vera satt

Bilasølan umboðar nú Skoda. Í hesum sambandi hava vit sett saman tilboð, ið nærum eru ov góð til at vera sonn.

Vit hava framúr góðar prísir fyri Fabia, Scala, Octavia, Kamiq, Karoq og Kodiaq, so her er nakað til øll.

Kom inn á gólvið hjá okkum á Vegnum Langa 43 og fá eitt tilboð, ið er ov gott til ikki at taka av.

Tann nýggi Golf 8 komin til Føroyar

So var 8. ættarliðið av klassikaranum her. Kom og síggj og royn hann!

Audi kosið sum besta bilmerki í Danmark í 2019

Greiningarstovan Voxmeter kjósir árliga tey bestu bilmerkini grundað á 68.000 samrøður við bileigarar, og Audi vísti seg sum greiður vinnari í 2019. Heili 78% av Audi-eigarum viðmæla sostatt bilmerkið til sínar vinir og kenningar.

Les meira

    Bilasølan yvirtikið Škoda í Føroyum

    Bilasølan hevur fingið eitt merki afturat í sín flota. Talan er um Kekkiska stórmerki Škoda.

    Škoda varð stovnað heilt afturi í 1895 undir navninum Laurin & Klement. Í 1925 yvirtók ein tann størsta ídnaðarfyritøkan í Europa, um hetta mundið, Škoda Works bilmerkið og broytti navnið til tað, vit kenna í dag – Škoda. Í 1948 gjørdist felagið partur av kommunistiska ætlanarbúskapinum inntil tað varð privatiserað aftur í 1991 – og fór í samstarv við týsku risabilverksmiðjuna Volkswagen Group.

    Í 2000 keypti Volkswagen Group øll partabrøvini í Škoda, og telist tað nú ímillum tey mest seldu merkini í Europa.

    Bilasølan hevur frá 1. januar 2020 yvirtikið alla sølu og tænastu hjá Škoda í Føroyum.

    Vit sóknast eftir lærlingi til plátu- og lakkverkstaðið

    Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi, við nýggjum avbjóðingum hvønn dag? Og vilt tú sleppa undan at gjalda landsskatt av tínum fyrstu 50.000 kr. árliga? So er hetta kanska júst rætta starvið til tín!

    Vit sóknast eftir einum lærlingi, sum plátusmiður, ið er:
    • samstarvssinnaður
    • álítandi
    • røkin

    Tú verður partur av einum vælvirkandi, arbeiðssomum og dugnaligum toymi. Vit stremba eftir at veita bestu tænastu til kundan, og har kundanøgdsemi og góðska er í hásæti.

    Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Rógva Danielsen, verkførara, á tlf. 239730.

    Umsóknin skal sendast til prolakk@prolakk.fo

    Starvið verður sett skjótast gjørligt.

      T-Cross er komin til landið

      Nógv eftirspurdi mini-SUV’urin hjá Volkswagen er nú komin til Føroyar. Kom ein túr inn á gólvið hjá okkum og síggj og royn henda fitta bilin.

      Tú kanst eisini lesa meira um T-Cross her.

      Heilsa uppá
      “nýggja Volkswagen”

      Í vikuni avdúkaði Volkswagen nýtt búmerki og nýtt vørumerki sum heild. Búmerki líkist tí undanfarna, men er einklari og skal vera við til at flyta Volkswagen inn í eina meira veðurlagstilvitaða framtíð.

      “Nýggja vørumerkið er byrjanin uppá eitt nýtt tíðarskeið fyri Volkswagen,” sigur Jürgen Stackmann, nevndarlimur.

      “Við at stíla fyri nýggjum vørum og við nýggjum tænastum, fer vørumerkið undir eina grundleggjandi menning ímóti einari framtíð við nevtralum útláti til øll. Tíðin er komin til at vísa heiminum hvat okkara vørumerki stendur fyri.”

      Audi e-tron

      Tann fyrsti fullelektriski Audi-bilurin er komin til landið.

      Bilasølan stuðlar Hondbóltsskúlanum

      Í hesum døgum eru heimsmeistararnir Jóhan á Plógv Hansen og Michael Knudsen á vitjan í Føroyum.
      Teir eru vælkoyrandi við bilum hjá Bilasøluni.

      Á myndini eru Jóhan á Plógv Hansen, Tróndur Sigurðsson og Michael V. Knudsen.

        Ummælir av spildurnýggja
        Volkswagen T-Cross

        Nýggjasta modellið hjá Volkswagen, T-Cross, kemur til Føroya einaferð seinni í vár. Talan er um ein Crossover SUV í Polo-stødd. Fá betri innlit í bilin við at hyggja eftir video-ummælunum til vinstru og við at lesa meira um hann við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:

        Bil Magasinet ummælir | FDM ummælir

        Kom og royn nýggja Audi Q3

        Nú er nýggja modellið av Q3 komið til landið. Kom framvið til ein royndartúr.