• Volkswagen
    Caddy Cargo

Tann nýggi Caddy Cargo. Klárur til alt, sum er fyri framman.

Óansæð, um tað snýr seg um boðtænastu, handverk, pakkifyritøku ella byggivinnu: Í tínum starvi hyggur tú altíð frameftir. Tann nýggi Caddy Cargo er somuleiðis framsøkin. Umframt modernaðar førarahjálparskipanir, nýskapandi ‘infotainment’ og eitt ergonomiskt føraraarbeiðspláss, hevur hann eisini eina hugtakandi sniðgeving. Hann er álítandi, smidligur og framkomin – hin fullkomni fylgisneytin, tá tað snýr seg um at basa tínum arbeiðsdegi á ein høgligan og professionellan hátt.

TALGILDUR, SMIDLIGUR, STERKUR

Loysnir til gerandisdagin, sum eru hugsaðar út í æsir.

Intelligentur á ein harðbalnan hátt

Tann nýggi Caddy Cargo megnar meira, enn ein skuldi trúð í fyrstu syftu: Hann kann lættliga flyta vøru upp ímóti 723 kg,* – og út ímóti 100 kg av hesum enntá á takinum. Hann er sera atkomiligur vegna tað eyka breiðu Maxi-skjótihurðina og ta nýskapandi, lyklaleysu start- og lásiskipanina Keyless Advanced (eykaútgerð). Kabinan hevur eisini loysnir av besta slagi: Innovision Cockpit (eykaútgerð) sameinir navigatiónsskipan og talgilt cockpit (eykaútgerð) til eina nýggja ‘infotainment’-eind. Tú kanst velja millum navigatiónsskipanirnar Discover Media (eykaútgerð) og Discover Pro (eykaútgerð). Pro-varianturin hevur 10″ (25,4 cm) stóran litfingraskíggja, ymiskar kortmøguleikar, ókeypis kortdagføringar, raddarstýring, komforttelefoni, Media & Internet og Wireless App-Connect (eykaútgerð). Harumframt gevur nýggi Caddy Cargo eisini atgongd til nógvar aðrar, mobilar online-tænastur frá Volkswagen Vinnubilum.

*Loyvdi farmurin broytist treytað útgerðina hjá bilinum.

Føraraarbeiðspláss við bestu góðsku

Hentleikar, sum veruliga gera munin

Nú skalt tú ikki longur brúka tíð at leita eftir tingum í rokuta og skundmikla gerandisdegnum – við teirri umhugsaðu goymsluskipanini hevur tú altíð tað týdningarmesta til taks. Tey nýggju ergoComfort-setrini (eykaútgerð) og armpúturnar til førara og ferðafólk á framsetri geva eisini eyka hvíld á longum koyriteinum. Ferðafólkasetrið, sum kann leggjast niður, hevur harafturat eitt nýtt bakpanel (eykaútgerð), sum virkar sum eitt hent skriviundirlag og er lætt atkomandi frá førarasetrinum. LED-forlyktir við veðurlagaðum ljósi og ein 230-volt-stikkdós (eykaútgerð) gera koyring og arbeiðsdag nógv høgligari í tí nýggja Caddy Cargo.

Vørurúmloysnir

Størsti smidleiki

Vørurúmið í nýggja Caddy Cargo er fyrireikað til hvat tað skal vera. Tær nýggju hurðarnar aftan við ongum rúti eru eyka mótstøðuførar. Elektrisk afturlatingarskipan til baklúkuna (eykaútgerð), skjótihurðar ella eyka breiðar Maxi-skjótihurðar saman við tí menta LED-vørurúmljósinum (eykaútgerð) betrar munandi um umstøðurnar at umskipa vøru, óansað nær tað er. Tú kanst velja millum tær sterku botnverjurnar eftir tínum egna tørvi og nýta tær á smidligan hátt. Trygdin verður harumframt ikki tryggjað bert við teimum broytiligu festingunum í vørurúminum – men eisini vegna møguleikan at læsa vørurúmið fyri seg (eykaútgerð). Tað er eisini ein trygd, at hurðarnar í førarakabinuni verða verandi læstar, meðan tú kanst savna teg um at lessa bilin. Um tú ikki hevur meira pláss eftir í vørurúminum, kanst tú brúka takið: Har kanst tú hava upp ímóti 100 kg eyka vøru.

Nýskapandi føraraassistentskipanir

Framskygt álitssemi

Meira hvíld á næstan øllum túrum: Tær nýmótans assistentskipanirnar, so sum Travel Assist við Emergency Assist (eykaútgerð),* stuðla t.d. við at seta í gongd eftir stuttan steðg í stop&go-trafikki ella við at vera verandi á koyribreytini og at halda frástøðu til hann, sum koyrir frammanfyri. Side Assist (eykaútgerð)** hjálpir tær, tá tú skiftir koyribreyt. Koyrir tú ofta við viðfestisvogni? Har syrgja tær nýggju assistentskipanirnar eisini fyri einum lagaligari arbeiðsdegi. Trailer Assist (eykaútgerð)*** hjálpir tær í samband við at mannerera ella at bakka – og ger tað nógv lættari at parkera.

*Innan tey mørk, sum eru í skipanunum.
**Tað kemur meira um hetta seinni.
***Kann bert verða bílagt í samband við dupultkoplingsgearkassan DSG.

Drívkraft/motorur

Kraftmikil, so tað merkist

Sama, hvar tú ætlar tær at koyra, so fara teir kraftmiklu motorarnir í tí nýggja Caddy Cargo at syrgja fyri, at tú kemur trygt á mál. Allir motorar lúka longu nú Euro-6-útstoytstreytirnar. Teir hava allir bitlafiltur og eru enn bíligari í rakstri enn teir undanfarnu. Teir fýra brennimotorarnir til tann nýggja Caddy Cargo eru millum teir mest virknu og økonomisku TSI- og TDI-motorar, sum nakrantíð hava verið at fáa til ein bil í hesum klassanum. Við TDI-motorunum koyrir tú harumframt við týðiliga avmarkaðum NOx-virðum.