Volkswagen
Drive Bigger
Nógv kunnu vit siga um týskarar. For disiplineraðir, for punktligir, for praktiskir. Men hetta kunnu vit eisini siga um Volkswagen. Hetta er týska fólkasálin – í einum bili.
Við nýggjastu tøknini og besta byggisniðinum er hetta ein bilur, sum tú fært ósvitaligt álit á.
Audi
Vorsprung durch Technik
Hyggur tú eisini tvær ferðir, tá tú sært ein bil við fýra ringum á kølaranum? Hatta er ta ávirkan, sum ein Audi hevur á fólk. Hann ger vart við seg í stillum og biður ikki um uppmerksemi. Men hann fær tað allíkavæl. Hví? Elegant design. Fyrstafloks luksus. Einastandandi góðska.
Škoda
Simply Clever
Ert tú týpan, sum hugsar: Hvar fái eg mest fyri pengarnar? So er tað einum Škoda, tú skal leita eftir. Škoda frá Bilasøluni er snøgt sagt eitt suverent keyp til føroysku familjuna. Škoda hevur týskan VW-motor, kvalitetskabinu umframt eykaútgerð til ein sera sámiligan pening.